Annað

Mahomes kosin mest virðismikli spælarin í NFL fyri aðru ferð

Mánanáttina skal Chiefs-quarterbakkurin royna at vinna sína Super Bowl nummar tvey. Átta aðrir persónar vórðu í gjárkvøldið heiðraðir fyri síni avrik síðstu mánaðirnar.

Patrick Mahomes var ikki til staðar, tí hann og liðfelagarnir hugsavnaðu seg um stóra dystin. Hann fekk næstan allar atkvøðurnar (Mynd: EPA)

Patrick Mahomes var ikki til staðar, tí hann og liðfelagarnir hugsavnaðu seg um stóra dystin. Hann fekk næstan allar atkvøðurnar (Mynd: EPA)

2023-02-10 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum partur av Super Bowl-vikuni er stóra tiltakið "NFL Honors" á skránni í Super Bowl-vertsbýnum, har spælarar og venjarar verða heiðraðir fyri avrikini í kappingarárinum, og har nýggju limirnir í Hall of Fame verða kunngjørdur.

Síðani 2012 hevur tiltakið verið á hendan hátt. Í gjár var harvið stórt tiltak í Symphony Hall í Phoenix, Arizona. Fyri fyrstu var ein kvinnuligur vertur: Kenda amerikanska songkvinnan Kelly Clarkson.

Størsta heiðurin fekk Patrick Mahomes. 27-ára gamli quarterbakkurin skal mánakvøldið royna at vinna Super Bowl fyri aðru ferð, og í gjár kundi hann - við videobroti - takka fyri sín MVP-heiður nummar tvey. Mest virðismikli spælari er størsti heiðurin, og tað er næstan altíð ein quarterbakkur, ið fær hann. Hetta árið hevur Mahomes sett met fyri flest yards samanlagt fyri ein quarterbakk, og hann fekk nógv flest MVP-atkvøður.

Ein annar quarterbakkur, Geno Smith, framdi besta comebakk. Skaðar og annað hava lagt meinbogar í vegin, men í ár leiddi hann óvæntað Seattle Seahawks til endaspælið.

[object Object]
Nick Bosa jagstrar í dysti móti Chicago Bears. Hann hevur verið eyðsýndur á sterkastu verjuni í NFL í ár, og hann og verjusamskiparin vórðu heiðrarði í gjár. 49ers vóru eitt fet frá Super Bowl (Mynd: EPA)

Ein triði quarterbakkur fekk "Walter Payton Man of the Year" heiðurin, ið einki hevur við spælið á vøllinum at gera. Dak Prescott hjá Dalla Cowboys hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri illa stødd fólk í sínum umhvørvi.

Justin Jefferson og Nick Bosa fyltu mest "hvør sínumegin bóltin", og spælarar sum New York Jets valdi sær í apríl í fjør, fingu "rookie"-heiðrarnar. 

Brian Daboll hevur júst havt sítt fyrsta kappingarár sum høvuðsvenjari, og leiddi New York Giants til endaspælið fyri fyrstu ferð síðani 2016. DeMeco Ryans stór á odda fyri bestu verjuni - hann hevur longu fingið høvuðsvenjarastarv: Verjuserfrøðingurin skal royna at flyta Houston Texans, liðið hann sjálvur spældi við, fram á leið.

Yvirlit yvir heiðrarnar:

Most virðismikli spælari (MVP): Patrick Mahomes (Kansas City Chiefs)

Ársins álopsspælari: Justin Jefferson (Minnesota Vikings)

Ársins verjuspælari: Nick Bosa (San Francisco 49ers)

Ársins fyrstaárs álopsspælari: Garrett Wilson (New York Jets)

Ársins fyrstaárs verjuspælari: Sauce Gardner (New York Jets)

Besta "Comeback":
 Geno Smith (Seattle Seahawks)

Ársins venjari: Brian Daboll (New York Giants)

Assistant Coach of the Year: DeMeco Ryans, 49ers defensive coordinator

Walter Payton NFL Man of the Year: Dak Prescott (Dallas Cowboys)


Hesir vórðu valdir til Hall of Fame: 
Ronde Barber
Darrelle Revis
Joe Thomas
Zach Thomas
DeMarcus Ware

Hesir fimm hava spælt í hesari øldini


Don Coryell (Venjari)

Chuck Howley (senior)
Joe Klecko (senior)
Ken Riley (senior)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder