
Fýra ferð royndu teir seg, men Manchester City fekk ikki fatur á Riyad Mahrez í januar. Nú, eftir tógvið stríð, skiftir 27-ára gamli algerin frá Leicester.
Mahrez skoraði 13 mál fyri Leicester farna kappingarár, og tekniskt sterki leikarin fer helst at passa væl inná liðið hjá Pep Guardiola. Hann sigur sjálvur, at hann er sera spentur um møguleikan at spæla fyri City og Guardiola.
Riyad Mahrez hevur veruliga gjørt vart við seg farnu árini, og leingi hevur verið mett, at hann fer at skifta til eitt størri felag. Hann er fyrsta keypið hjá Manchester City í ár.
Keypsprísurin fyri Riyad Mahrez er áleið 60 milliónir pund. Sáttmálin millum Manchester City og Riyad Mahrez er galdandi fyri næstu fimm kappingarárini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald