Annað

Maibrit og Leif vunnu vektlyftingina á Føroyaleikum í gjár

Fyri eini fullsettari Perlu við vælhýrdum áskoðarum lyftu sjey vektlyftarar 35 lyft íalt, og fleiri lyftarar lyftu síni higartil bestu lyft.

Maibrit Reynheim Petersen

Maibrit Reynheim Petersen

2021-07-09 06:02 Author image
Innsent
placeholder

Maibrit Reynheim Petersen og Leif á Bøgarði vunnu vektlyftingingina hjá ávikavist kvinnum og monnum, sum Føroya Styrkisamband og Styrkifelag Føroya skipaðu fyri á Føroyaleikunum í gjár.

Fyri eini fullsettari Perlu við vælhýrdum áskoðarum lyftu sjey vektlyftarar 35 lyft íalt, og fleiri lyftarar lyftu síni higartil bestu lyft. Kappast varð eftir Sinclair-skipanini.

Í Sinclair-skipanini kappast lyftarar tvørtur um vektklassarnar, tí sinclair-stig verða givin bæði í mun til lyfta vekt og kropsvekt. Útrokningin fer upprunaliga fram út frá olympiskum metlyftum.

Maibritt lyfti 71 og 87 kg í trekk og stoyt, sum gav henni 197,6 sinclair-stig. Leif lyfti 98 ig 125 kg, sum svarar til 268,9 sinclair-stig. Einans 1 kg aftanfyri lá Pól H Andreasen við 268,4 sinclair.

Av ymsum ávum var ikki gjørligt at seta formlig met, men fleiri av lyftunum høvdu farið inn á listan yvir føroysk met. Fyriskipararnir vóru vælnøgdir við kappingina, og útlitini fyri ítróttina síggja góð út.

Styrkikappingarnar halda fram í dag, tá ið kúlulyftararnir kl 14:00 fara at sveiggja við kettlebellini. Hesar kappingarnar eru altíð spennandi og krevjandi, og íðkararnir kýta seg av øllum alvi.

(Innsent av Føroyaleikum / ÍSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder