Oyggjaleikir 2019

Maiken fekk bronsuheiðursmerki

Judo: Tað røkk ikki til finalupláss hjá Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg.

2019-07-08 15:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Teir báðir fyrstu dystirnir hjá mær gjørdist so langir og strævnir, at eg tíverri ikki hevði nóg nógva orku til hálvfinaludystin.

- Men eg tapti eisini móti eini betri kvinnu. Hendan var nógv betri enn hinar, eg havi møtt.

Soleiðis segði Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg eftir hálvfinaluna í 52 kilo klassanum, sum hon tapti móti Mónica Torres av Menorca.

Men hóast alt var hon nøgd við bronsuheiðursmerkið, sum gjørdist tað fimta heiðursmerkið til Føroyar í fyrsta kappingardegnum í judo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder