Oyggjaleikir 2019

Maiken tryggjað sær heiðursmerki

Tað verður minst bronsa til Føroyar í fyrstu judokappingini fyri kvinnur í Gibraltar.

2019-07-08 14:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg hevur tryggjað sær luttøku í hálvfinaluni í lættasta vektflokkinum í judo, kvinnur 52 kilo.

Hon hevur verið í tveimum sera hørðum innleiðandi dystum, og hevur ein eftir enn.

Mentað er greitt, at hon er í hálvfinaluni.

Fyrst bardist hon móti eini gentu frá Menorca, og tann dysturin var javnur líka til klokkan var komin niður til nul. Tá gjørdi Maiken eitt kast, sum avgjørdi dystin.

Í øðrum dysti móti eini frá Saarema gingu allir fýra minuttirnir uttan at nøkur teirra hevði avgjørt dystin. Sostatt varð farið út í longda leiktíð, sum merkir, at tær berjast til onnur hevur skorað eitt avgerandi stig.

Maiken, sum bardist sín næsta dyst í kappingini við stuttum millumbili møtti úthvíldari mótstøðu, og hon var útlúgvað, tá farið varð út í longda leiktíð. Tað var hin eisini.

Men Maiken vann, og rómurin var so øgiligur, at Maiken ikki kundi halda tárunum aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder