Fótbóltur

Malene Madsen skiftir til StÍF

Strikuspælarin hevur seinastu tvey árini spælt fyri Stjørnuna. 26-ára gamla Malene er úr Danmark, og skal umframt at spæla vera hjálparvenjari og fysioterapeutur hjá yngri liðum.

Malene Madsen í skotroynd fyri Stjørnuna, ið hon hevur spælt fyri síðani 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Malene Madsen í skotroynd fyri Stjørnuna, ið hon hevur spælt fyri síðani 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

StÍF og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár. Eisini skal hon virka sum venjari og fysioteraputur í ungdómdleikari.

- Malene er 26 ár og strikuleikari. Hon hevur tey seinastu tvey kappingarárini spælt við Stjørnuni. Áðrenn hetta leikti hon í trý ár við danska felagnum Skovbakken. Hon er útbúgvin fysioterapeutur. Avtalað er við Malene, at hon verður fysioterapeutur hjá barna-og ungdómsliðunum, og fer hon eisini at vera hjálparvenjari hjá gentuliðum.

Soleiðis skrivar StÍF í kunning í dag. Malene Madsen kom til Føroyar í 2021 og hevur tvey tey seinastu árini spælt við Stjørnuni og gjørt vart við seg millum annað í miðverjuni. Um nýggja samstarvið við StÍF sigur Malene soleiðis:

- Eg eri spent til ein nýggja avbjóðing, og eg vóni, at eg kann gera mun á liðnum. Eg gleði meg at koma í gongd og at læra kvinnuliðið og fólkini í StÍF at kenna.”

Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, sigur um Malene:

- Vit eru stolt av, at Malene hevur valt at halda fram á hennara hondbóltsleið hjá StÍF. Hon verður við til at stabilisera verjupartin og eisini fer hon at geva eina eyka dimensión til álopsspælið. Eg eri sera spentur at arbeiða saman við Malene við at menna víðari hennara álopsdygdir sum strikuleikari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder