Hondbóltur

Málið er rokkið: Ein millión til hondbóltin

92 fyritøkur, ein kommuna og privatfólk stuðla Hondbóltssambandinum við tilsamans einari millión.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-17 15:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Privata innsavningin sum byrjaði mikudagin 3. juli - fyri tveimum vikum síðani - er nú rokkin málinum. Ein millión manglaði í hjá Hondbóltssambandinum at melda A-landsliðið til HM-undankappingina sum verður í vetur. Løgtingið kláraði ikki at játta pengarnar, so fyritøkur byrjaðu at savna pening inn.

Nógv kom inn fyrstu dagarnar, og avrikið hjá U17-dreingjunum í European Open gjørdi tað ikki verri. Skjótt vóru 400.000 til 500.000 savnaðart inn, og síðani hava fyritøkur verið lagdar afturat støðugt.

So mikið støðugt, at 92 fyritøkur, ein kommuna og privatfólk hava savnað eina millión krónur inn.

Tað halda vit er nærum ótrúligt, og mánadagin boðaði HSF eisini frá, at tey høvdu meldað til. Sostatt er málið rokkið - hesaferð av einari privatari innsavning. Næstu ferð er at vóna, at løgtingið tekur annað skinn um bak.

Tey sum hava sagt, at tey ynskja at stuðla:
Fishfacts
Thor
Portal.fo
Sandoy Seafood
KBI
Wenzel
62n
Vónin   
P/F Frost
Fønix
P/F Waag
Elding
Kjølur
Kjølbro Heilsøla
Kemilux
Sólorka
Jóhan á Plógv Hansen, hondbóltsspælari
Runavíkar kommuna (25.000 kr.)
Sandshavið
Burn Fitness
Føroya Termovirki
Sp/f Grettir
Sp/f Skálafossur
P/f Vesturbúgvin
Mest
Enniberg
Sp/f Rókin
KMS-Køling Sp/f
Pizza67
Bilrøkt
Hey
Føroya Tele
Colorama á Hálsi
Køtlum
Faroe Ship
Fo-con sp/f
P/f Líðin
Effo
Bátastevnan í Vestmanna
Glitnir og Irish Pub
Steikin
Munin
MBM
Petur Larsen P/f
Sp/f Eyðbjørn Gaard
Fisk og Chips á Vaglinum
Sansir og Kvinna
Lív
P/f Januar
Málarameistarin Uni Zachariasen
Bygma Balslev
Jónhild og Niels Dann West
Sp/f Risin
Posta
Greipan við Petur Sivertsen og Anna í Horni
Búsetur
Thomas Dam Ítróttur (Intersport)
HJ Asfalt
P/F Vestpack
Sp/f R.J. Brockie
Advokatskrivstovan
P/F Borg (20.000 kr.)
HMP Consult
Elektron
Strandamáling
P/F Vestmanna Seafood
Bulur
BB Bókhald & Roknskapur
Advokatfelagið við Strond 4
Sp/f Ågot
Formula
Auto Service
Framskák
Havnar Handverkarafelag
CNBYGG Sp/f
Reyni Service
RPJ-Invest Sp/f
Varðin P/f (15.000 kr.)
Sp/f Páll Joensen
Meklarin
Colorama Saltangará
IR Lastbilar
IR Asfalt
FTZ
Bakkafrost (25.000 kr.)
P/f Poul Michelsen
Rit & Rák
LAIDERZ - Sport
EM Asfalt
Menta Sp/f
Faroe Seafood
SMS P/F
RAM Sp/F
Føroya Bjór
Hotel Føroyar

Enn er ikki ov seint at stuðla, og hvør króna ger mun. Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected], so dagføra vit listan.

(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder