
Útfrá fyritreytum og dystargongd er hetta ein dystur, sum KÍ helst skal vinna.
Tað er eitt stórt krav, tá spælt verður móti einum felagi sum Sheriff Tiraspol, ið hevur staðið seg so væl í Evropa seinastu árini.
Tað tykist tó greitt, at man í Sheriff-leguni er rímiliga nøgdir við 0-0 og at spæla eitt sindur uppá umstillingar.
Spurningurin er, um ikki hetta utgangsstøði ikki er væl betri fyri Sheriff Tiraspol, ið er væl sterkari á grasinum á heimavølli.
KÍ hevur havt nøkur innlegg, nøkur langskot, umframt nakrar umstillingar ið hava verið eitt sindur vandamiklar.Seint í hálvleikinum legði Árni Frederiksberg væl innfyri....
...men Luc Kassi gleið og fekk harvið ikki sett bóltin í málið (Myndir: Bjarni Enghamar)
UEFA Europa League Play-off, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 24.08
19.45: KÍ - Sheriff Tiraspol (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald