Fótbóltur

Málleyst í Montenegro

Møguleikarnir hjá KÍ at koma víðari í Conference League eru framvegis góðir. Teir leiktu javnt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-20 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ fekk ein málleysan javnleik móti Sutjeska í Montenegro í kvøld.

Onkrir møguleikar vóru at leggja seg á odda, men klaksvíkingar munnu kortini vera nøgdir við 0-0.

Nú eru góðir møguleikar at vinna seg víðari í Conference League-kappingini, tá liðini hittast aftur til returdystin.

Liðini hittast aftur í Klaksvík 27. juli.

Sutjeska - KÍ 0-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder