Fercenvárosi er helst sterkasta liðið í 1. umfari í Champions League, og útiliðið legði eisini betri út við Djúpumýru. Nils Jonatan Johansson noyddist næstan beinanvegin at stórbjarga, og ungarska liðið hevði tveir stútarar, sum fóru framvið løtu seinni.
KÍ mentist tó og hevur seinasta hálva tíman verið vandameira liðið. Hetta hevur serliga verið í samband við deyðbóltsstøður. Árni Frederiksberg hevur havt fleiri vandamikil hornaspørk og long innkøst - hørð og góð á hvør sín hátt - og Vegard Forren og Deni Pavlovic hava verið ógvuliga nær við, við stútarum.
Tvær ferðir hevur norski miðverjin verið til reiðar, tá bólturin er snittaður víðari. Seinni ferð var tveir minuttir fyri steðgin, men Forren rakti tíverri yvirleggjaran.
Luc Kassi, sum í dag spælir sum fremsti maður, kom eisini til rímiliga frítt skot eftir bólturin datt niður í Ferncvárosi-brotsteignum, men hann skeyt uppum. Tað stendur á jøvnum í mároyndum, men KÍ er naskari nú, og áskoðarafjøldin er væl við.
Annars hevur KÍ-liðið arbeitt gróthart og væl. Liðið tykist vælskipað í flestu støðum, og tað eydnast at bróta rútmuni hjá útiliðnum, ið hevur bóltin væl meira. Deni Pavlovic hevur staðið sterkur í myndini á miðvøllinum, og teir tríggir miðverjarnir - kanska serliga Børge Petersen - hava verið stinnur.
Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Við Djúpumýrar, týskvøldið 11.07
KÍ - Ferncvárosi (0-0)
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - René Shaki Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald