Annað

Málleyst og ónøgd í Varsjava

Føroyar hava sum heild havt gott tamarhald á vertunum í fyrra hálvleiki.

Jóan Símun Edmundsson hevur stríðst væl sum fremsti maður (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson hevur stríðst væl sum fremsti maður (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-07 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Varsjava, Pólland (Portalurin) - Jóan Símun Edmundsson hevur havt stútara á mál eftir gott innlegg frá Sølva Vatnhamar, og Jóannes Bjartalíð var millimetrar frá at snilt dribla seg í góða skot støðu í pólska brotsteignum. Føroyar hava fingið hótt vertirnar í nøkrum støðum og sum heild gjørt tað trupult fyri teir fyrstu 45 minuttirnar.

Vandamikli Robert Lewandowski hevur fingið lítið pláss, og Mattias Lamhauge hevur avgreitt allar sínar uppgávur í føroyska málinum væl. Nakrar ferðir hava Føroyar givið ov nógv pláss og kontrastøður, men ananars tykist liðið hjá Håkani Ericson at hava havt gott tamarhald á dystinum.

Málleyst og nógv "buh" frá stóru áskoðarafjøldini nú póllendingar ikki hava liva upp til vónirnar fyri steðgin. Føroyska liðið skal hugsavna seg um framvegis at gera arbeiði rætt. 

[object Object]
Eini 50.00 fólk men lítil stuðul til heimaliðið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Gunnar Vatnhamar hevur verið í mangum nærdysti á miðvøllinum  (Mynd: Sverri Egholm)

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
19.45: Pólland - Føroyar (0-0)

Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L ) - Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson

(Kekkia - Albania)

Støðan: 

Kekkia 7 stig 
Albania 6 stig
Moldova 5 stig *
Pólland 3 stig
Føroyar 1 stig

* Moldova hevur spælt ein dyst fleiri: Fýra dystir - hini hava spælt tríggjar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder