HB setti í november roynda italumannin Adolfo Sormani sum nýggjan høvuðsvenjara. Í tí sambandi vórðu tveir landsmenn hjá honum knýttir at sum hjálparvenjari og fysiskur venjari hjá HB.
Sí eisini: HB sett italiumann í heita høvuðsvenjarasessin
Málmansvenjarin manglaði, men hann er nú komin uppá pláss, og tað er eisini ein royndur harri.
- Venjarakabalin løgd! Málmanslegendan Jens Martin Knudsen verður málmansvenjari hjá Betri monnum. Harvið er venjaratoymið hjá monnunum fullsett til komandi kappingarár.
Soleiðis skrivaði HB á heimasíðu sínari í gjárkvøldið. 56-ára gamli málmansvenjarin úr Saltangará er kendur sum landsliðsmálverji og hjá NSÍ og GÍ, umframt at hann stóð seg væl hjá Leiftri í Íslandi um aldarsskiftið.
Jens Martin hevur verið í venjaratoyminum hjá NSÍ í nøkrum umførum. Hann hevur eisini vant 1. deildarlið og ungdómslið og verið virkin hjá FSF (Mynd: Sverri Egholm)
Sum venjari hevur Jens Martin Knudsen millum annað verið hjálparvenjari á A-landsliðnum og í NSÍ, ungdómsvenjari í barndómsfelagnum, og í fjør stóð hann á odda í Hoyvík. Jens Martin hevur sjálvandi eisini tikist nógv við málmansvenjing, og nú skal landsliðslegendan millum annað arbeiða við Teiti Matras Gestsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald