Føroyingarnir eru við at vera til reiðar á Malta. Føroyska liðið kom til Malta sunnunáttina, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni. Seinnapartin sunnudagin varð vant á venjingarvøllinum beint uttanfyri tjóðarleikvøllin, og á middegi mánadagin vandi føroyski hópurin á sjálvum vøllinum, har dysturin skal spælast.
Les eisini: Avgerðin fellur á Malta í kvøld
Nú er liðið sett, og heilt sum væntað eru Brandur Hendriksson og Hallur Hansson aftur á miðvøllinum, eftir at teir sótu yvir leygardagin vegna leikbann. Rógvi Baldvinsson byrjar hesaferð á bonkinum, meðan Gunnar Vatnhamar verður fluttur aftur í miðverjuna, har plássið við síðuna av Odmari Færø er tøkt, tí Sonni Ragnar Nattestad hevur leikbann. Gunnar skoraði í Lettlandi og eisini í Litava í farnu viku men skal nú fyrst og fremst hugsavna seg um at venja. Seinastu tíðina hevur leirvíkingurin spælt fast í miðverjuni hjá Víkingi. Heini Vatnsdal er skaðadarvaður og tí ikki við, og venjartoymi hevur í hesum førunum ikki valt at nýtt ein av HB-miðverjunum, ið eru í hópinum; Heðin Hansen og Bartal Wardum.
Teitur Gestsson, bakkarnir, áleyparnir og Bjartalíð og Sølvi á miðvøllinum hava fingið afturval
Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð - Meinhard Egilsson Olsen, Klæmint Andrasson Olsen.
Eykaspælarar: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Bartal Wardum, Dan í Soylu, Heðin Hansen og Hilmar Leon Jakobsen.
UEFA Nations League dysturin millum Malta og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 20:45 lokala tíð á Malta. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð, og dysturin verður vístur í Kringvarpinum. Vit dagføra beinleiðis á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald