Fótbóltur

Malta í øðrvísi útgávu

Mifsud er givin, og fimm leikarar í hópinum til dystin á Tórsvølli hóskvøldið eru úttiknir á fyrsta sinni. Venjarin er nýggjur, og allarflestu leikararnir hava ikki spælt kappingardyst í eitt hálvt ár.

Malta á Tòrsvølli í fjør. Mifsud er uttast til vinstru í niðara raði (Mynd: Jens Kr. Vang)

Malta á Tòrsvølli í fjør. Mifsud er uttast til vinstru í niðara raði (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-30 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur ein greiðan fyrimun til Nations League-dystin móti Malta, ið er tann fyrsti í heyst, og tað er tað, at maltesiska Premier League støðgaði 12 mars orsakað av koronu og ikki var tikin uppaftur. Harvið eru teir allarflestu leikararnir als ikki í dystarvenjing. 

Bert Teddy Teuma, ið spælir í næstbestu belgisku deildini (Union SG), og Luke Gambin, sum spælir í Colchester United í fjórðbestu deildini í Onglandi, spæla til dagliga uttanfyri heimlandið. Royndi verjuleikarin Zach Muscat hevur eisini, fram til í summar, verið sáttmálabundin til Olhanense, sum spælir í triðbestu portugisisku deildini.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm


Devis Mangia er nýggjur venjari. Fyrimunurin hjá honum er, at hópurin hevur vant saman í farna mánaði - Håkan Ericson hevur sína fyrstu veruliga venjing við føroyska liðnum í annaðkvøld. Mangia verður tó uttan Micheal Mifsud, sum eftir heili 142 landsdystir og 41 mál er støðgaður á landsliðnum. Mifsud skoraði í 3-1 ósigrinum hjá Malta í fyrsta Nations League dystrinum á heysti 2018. Tá Malta vitjaði Tórsvøll í EM-undankappingini í fjør endaði tað 1-0 til Føroyar við málið frá Rógva Baldvinsson, ið ikki er tøkur hesuferð. Malta vann tó dystin á Ta Qali leikvøllinum í mats. Tað endaði 2-1, og tað var størsta føroyska vónbrotið seinastu árini.

Paul Mbong, Shaun Dimech, Neil Tabone, Enrico Pepe Teddy Teuma eru úttiknir á fyrsta sinni. Teir síðstnvndu eru føddir í ávíkavist Italia og Fraklandi og hava júst fingið ríkisbrogararættin uppá pláss. 

Málverjar:

Henry Bonello
Matthew Calleja Cremona
Jake Galea

Verjuspælarar: 
Andrei Agius 
Jean Borg
Steve Borg
Zach Muscat
Enrico Pepe

Miðvallarar:
Cain Attard 
Ryan Camenzuli 
Triston Caruana 
Juan Corbalan
Jake Grech 
Matthew Guillaumier
Joseph Mbong
Rowen Muscat
Steven Pisani
Neil Tabone
Teddy Teuma

Áleyparar: 
Myles Beerman
Jurgen Degabriele 
Shaun Dimech
Luke Gambin
Paul Mbong
Kyrian Nwoko

Hópurin verður skorin niður til 23 áðrenn fráferð til Føroyar, ið verður týsdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder