Fótbóltur

Málveitsla á Tórsvølli

Talan gjørdist um tveir greiðar heimasigrar á Tórsvølli í gjár. U19 dreingirnir vunnu 4-0, meðan U19 genturnar vunnu 7-0 á Sámalandi.

(Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)

2026-01-30 08:01 Author image
Innsent
placeholder

Silas Bjarnason Joensen, ið skoraði tvær ferðir, og Djóni Sivertsen og Rasmus Helgason stóðu fyri málunum, tá U19 dreingirnir hósdagin vunnu 4-0 á Sámalandi. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda við trimum.

Samanumtikið var føroyska liðið omaná allan dystin, og við eitt sindur av hepni og neyvleika kundi sigurin verið størri.

[object Object](Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)

Hjá gentunum gjørdist talan eisini um ein greiðan sigur til Føroyar. Tá smáir tjúgu minuttir vóru spældir var støðan 4-0, og í hálvleikinum stóð 6-0 á máltalvuni. Í seinna hálvleiki fingu okkara gentur eitt mál afturat, og vunnu til endans við sjey málum ímóti ongum.

Bjørk Akselsen og Silja Ragnarsdóttir skoraðu tvey mál í part, meðan Brá Zakariasardóttir, Jakobina Bergsdóttir og Karla Sjóstein gjørdu hvør sítt.

Sámisku liðini spæla aftur á Tórsvølli leygardagin. Klokkan 11:00 spæla dreingirnir hjá Sámalandi ímóti U18 liðnum hjá HB, og klokkan 13:00 spæla Føroyar og Sámaland seinna dystin hjá gentunum.

Nógv fleiri myndir frá dystunum eru at síggja á heimasíðuni hjá FSF 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder