Betri deildin hjá kvinnum varð skotin í gongd við einari málveitslu við Løkin í Runavík í kvøld.
NSÍ tók ímóti grannunum av vestara armi á Skálafjørðinum, og sendi skálakvinnur heimaftur við 7-0 tapi.
Helga Mikkelsen legði NSÍ á odda í sjeynda minutti og skoraði harvið ársins fyrsta mál. Heidi Sevdal skeyt tey næstu tvey málini fyri runavíkskvinnur áðrenn liðini høvdu ein steðg. Í seinna hálvleiki sluppu Sjarlotta E. Joensen og Lena Olsen upp í part við ávikavist einum og tveimum málum, áðrenn Heidi Sevdal setti punktum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat og skeyt hattrikk.
Sostatt var 7-0 tap ein veruleiki hjá skálakvinnum, sum eftir nógv ár í samstarvi við EB/Streym, nú standa á egnum beinum í bestu kvinnudeildini.
Leygardagin verða tveir dystir í kvinnudeildini tá HB-Víkingur og B36-KÍ hittast. TB/FCS/Royn tekur ímóti nýggja liðnum í deildini, FC Hoyvík, annan páskadag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald