Hondbóltur

Málverji og ungdómsvenjari heldur fram í Klaksvík

Kroatin David Henigman kom til Klaksvíkar seint í 2020. Hann og daman, Ivana Ilic, hava gjørt stóran mun fyri ungdómsarbeiði hjá Team Klaksvík, og Norðlýsið skrivar í dag, at bæði halda fram í felagnum.

Óli á Gravarbø, formaður, saman við David Henigman (Mynd: Norðlýsið)

Óli á Gravarbø, formaður, saman við David Henigman (Mynd: Norðlýsið)

2022-04-22 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Team Klaksvík tryggjaði sær tíðiliga í mánaðinum bronsu í Burn-deildini. Hetta var fyrstu ferð í søgu felagsins, at talan gjørdist um eitt heiðursmerki í bestu deildini.

Síðani er vorið greitt, at fleiri av føstu og umráðandi leikarunum ikki halda fram komandi ár. Fyrst kunngjørdi lokali Sámal á Tjaldrafløtti, at hann fyribils gevst eftir nógv ár á høgra bakki, og síðani er kunngjørt, at báðir teir útlendsku útileikararnir, ið Team Klaksvík hevur havt tvey tey seinastu árini, ikki halda fram.

Serbin Vuk Stevanovic, ið gjørdist toppskjútti í Burn-deildini síðsta kappingarár, hevur gjørt sáttmála við KÍF, og kroatin Valentino Valentakovic er farin av landinum. Landsmaðurin hjá Valentino heldur tó fram í felagnum - Norðlýsið skrivar í dag, at framtíðin hjá lyklaleikara og ungdómsvenjarum er komin uppá pláss. 

Talan er um málverjan David Henigman,sum kom miðskeiðis í kappingarárinum 2020/21.

Formaðurin hjá Team Klaksvík, Óli á Gravarbø, hevur sagt við Norðlýsið, at hann hevur havt ógvuliga nógv at siga - ikki bara fyri besta liðið - men eisini felagið, saman við damuni, Ivanu Ilic:

- Tað vísti seg seinni at vera ein tann størsti fongurin hjá Team Klaksvík nakrantíð. Tá hugsi eg um alt felagið og ikki bara besta liðið. David Henigman úr Kroatia kom mitt í kappingini saman við damuni, Ivanu Ilic, og hon hevur eisini verið gull verd fyri okkum. Tey gera eitt framúr arbeiði í ungdómsdeildunum sum venjarar. Tey eru væl dámd og duga væl við ungdóminum. Tey eru í einum flokki, sum vit ikki hava sæð fyrr. Vit hava bara gott at bera teimum

Nú er greitt, at bæði David og Ivana halda fram í Team Klaksvík komandi kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder