Manchester City hevur klárað seg ómetaliga illa seinastu tíðina í mun til hvat vanliga verður væntað av liðinum. Manchester City tapti tríggjar av seinastu fýra dystunum undan dagsins dysti móti Southampton. Í dag bragdaði tó og meistararnir vunnu 3-1.
Alt sá út til at ganga eftir ánni, tá David Silva legði Manchester CIty á odda eftir 10 minuttir. Men Southampton svaraði aftur, tá danski Pierre Højbjerg skoraði eftir 37 minuttir. Southampton megnaði tó ikki at standa ímóti trýstinum frá Manchester CIty, sum skoraðu tvær ferðir áðrenn hálvleikin. Fyrst beindi James Ward Prowse bóltin í egið mál eftir innlegg frá Raheem Sterling, og síðani skoraði Sergio Aguero beint fyri hálvleik.
Fleiri mál komu ikki í dystinum og við sigrinum tekur Manchester City seg upp á annað pláss í deildini, tvey stig frammanfyri Tottenham og sjey stig aftanfyri Liverpool á fyrsta plássi.
Burnley sigraði 2-0 á West Ham á heimavølli. Burnley lá næst aftast undan dystinum, men klóraði seg upp á 18. pláss við sigrinum í dag. Burnley er nú ájavnt Southampton á 17. plássi. Liðini hava 15 stig hvør, men Southampton hevur betri málúrtøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald