Fótbóltur

Manchester City setti meistararnar uppá pláss

Tað var 3-0 í hálvleikinum á Etihad, og tað endaði 4-0. Harvið skal Liverpool hava minst fimm sigrar í teimum seinastu seks dystunum fyri at taka stigametið hjá júst City.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-03 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn fyrsta bríksl í Manchester í gjár gav City Liverpool eina sokallaða "Guard of Honour". Leikararnir hjá Liverpool vórðu klappaðir inn á vøllin, men tá teir fóru út aftur til hálvleiks var støðan 3-0.[object Object]
Mynd: EPA


Kevin De Bruyne legði út við at skora úr ellivu metrum í 25. minutti, og tíggju minuttir seinni skoraði Raheem Sterling fyri fyrstu ferð móti sínum gamla felagið. Verjan hjá Liverpool var í trupulleikum, beint fyri steðgin skoraði Phil Foden til 3-0.

[object Object]

[object Object]
(Myndir: EPA)

Útiliðið hevði eisini sínar møguleikar og hevði eisini bóltin eina tonn meira enn liðið hjá Guardiola. Sigurin til heimaliðið var tó fult uppiborin. Liverpool var rakt av "meistaraheits-timburmonnum", og einasta málið í 2. hávleiki gjørdi Alex Oxlade-Chamberlain, og tað var í egið mál.

[object Object]

[object Object]Myndir: EPA

Munurin millum liðini er heili 20 stig. Liverpool hava minst fimm sigrar í teimum seinastu seks dystunum fyri at taka stigametið hjá júst City (100 stig)

Mourinho og Tottenham í trupulleikum

Tottenham tapti í Sheffield í gjárkvøldið. Eftir dystin var Jose Mourinho ónøgdur við, at eitt mál hjá Tottenham, tá støðan var 1-0, varð kolldømt. Tó vildi portugisiski venjarin ikki tosa nærri um tað í samrøðu við Sky Sports, tí hann vildi ikki koma í trupulleikar og fáa leikbann. Tó fíltist hann á, at maðurin við floytuni ikki longur avgerð nakað, men ístaðin ein maður á einum kontóri við einum sjónvarpsskíggja.

Í gjár:
Sheffield United - Tottenham 1-3
Manchester City - Liverpool 4-0

Mikudagin 1/7: 
Arsenal – Norwich  4-0        
Bournemouth – Newcastle 1-4
Everton – Leicester 2-1
West Ham – Chelsea 3-2

Týsdagin 30/6:
Brighton - Manchester United 0-3

Mánadagin 29/6: 
Crystal Palace - Burnley 0-1

Sunnudagin 28/6: 
Watford - Southampton 1-3

Leygardagin 27/6: 
Aston Villa - Wolves 0-1


Støðan:
1. Liverpool 86
2. Manchester City 66
3. Leicester 55
4. Chelsea 54
5. Manchester United 52 
6. Wolves 52 
7. Sheffield United 47 
8. Arsenal 46
9. Tottenham 45 
10. Burnley 45 
11. Everton 44 
12. Crystal Palace 42 
13. Newcastle 42
14. Southampton 40 
15. Brighton 33 
16. West Ham 30
17. Watford 28 
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 27 
20. Norwich 21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder