Átta dystir hava verið í Premier League í dag.
Leicester og Chelsea vunnu sínar dystir og elta framvegis tey ovastu liðini, meðan Tottenham snávaði enn einaferð.
Les meira: Keðiliga gongdin hjá Tottenham heldur fram
Tann síðsti dysturin í dag var á Selhurst Park, har Crystal Palace tók ímóti Manchester City. Her vann Manchester City ein tryggan 2-0 sigur. Bæði málini komu stutt fyri hálvleik. Fyrst legði Gabriel Jesus City á odda í 39. minutti, og bert tveir minuttir seinni var tað David Silva ið økti til endaliga úrsliti 2-0.
Í morgin er ein spennandi dystur á skránni tá Manchester United tekur ímóti Liverpool á Old Trafford.
Mánakvøldið er eisini á skránni, tá Sheffield United tekur ímóti Arsenal.
Premier League
Leygardagur 19. oktober
Everton – West Ham 2-0
Aston Villa – Brighton 2-1
Bournmouth – Norwich 0-0
Chelsea – Newcastle 1-0
Leicester – Burnley 2-1
Tottenham – Watford 1-1
Wolves – Southampton 1-1
Crystal Palace –Manchester City 0-2
Sunnudagin 20. Oktober
Manchester United – Liverpool
Mánadagin 21. Oktober
Sheffield United – Arsenal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald