2019-05-14 08:23
Manchester City, sum sunnudagin gjørdist enskur meistari annað árið á rað, kann blíva útihýsa frá Champions League í eitt ár. Sambært New York Times hevur UEFA ætlanir um at revsa felagið fyri brot á Financial Fair Play reglarnar.
Sambært blaðnum hevur UEFA funnið prógv fyri, at eigarin í Manchester City, Sheikh Mansour, hevur ólógligt tilknýti til stórsponsorin Etihad gjøgnum eitt íløgufelag, sum fær fígging frá statinum í teimum arabiskum emiratunum. Hetta er brot á Financial Fair Play reglarnar hjá UEFA.
Umboð fyri Manchester City fundaðust við UEFA í Sveis so seint sum í apríl fyri at prógva seg ósekar, men hetta eydnaðist ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald