Fótbóltur

Manchester-liðini fingu týðandi sigrar

Manchester City legði seg á odda í Premier við teprum sigri; Lukaku tryggjaði United 4. plássi við seinum málið..

Romelu Lukaku gjørdist matchvinnari á Old Trafford við málið seint í dystinum
(Mynd: EPA)

Romelu Lukaku gjørdist matchvinnari á Old Trafford við málið seint í dystinum (Mynd: EPA)

2019-03-02 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagurin byrjaði við, at Tottenham og Arsenal spældu javnleik í inntensu og dramatisku North London-uppgerðini. Klokkan 15.00 fóru fimm dystir í gongd, har bæði liðini úr Manchester vóru í eldinum. 

Tað var ein undirhaldandi dystur við nógvum og góðum málum á Old Trafford, har Southampton var á vitjan. Manchester United kundi taka 4. plássið við sigri, men liðið hjá Solskjær hevur nakað av trupulleikum á heimavølli í løtuni; seinastu tríggar dystirnir er United farið av stóra leikvøllinum uttan at vinna. 

United byrjaði annars við at skapa nakrar stórar møguleikar, men Lukaku megnaði ikki at leggja teir reyðu á odda. Í staðin sló ungi vongbakkurin hjá útiliðnum, Valery, til. Hann tók møguleikan úr áleið 25 metrum. De Gea burdi helst fingið fatur á skotinum, ið tó sat væl uppi í tættara málhornið. Southampton kundi eisini havt fingið tvey brotsspørk í 1. hálvleiki.  

Heimaliðið megnaði ikki at svara aftur undan steðginum, men tíðliga í 2. hálvleiki tók Andreas Pereira sakina í egnar hendur. Brasilianski miðvallarin smekkaði til og javnaði við einum frálíkum langskoti. Nakrar minuttir seinni fann hann Lukaku, belgiski áleyparin tók eitt gott trekk inni í brotsteignum og setti bóltin niður í longra málhorn við høgra beininum.

Tað sá nú út til, at United fór at fáa øll trý stigini, men eitt korter fyri tíð javnaði James Ward-Prowse við frálíkum frísparki. Bæði liðini søktu nú eftir sigrinum, men tað vórðu ikki skaptir opnir málmøguleikar. Í 88.minutti gjørdist Lukaku hetjan fyri United. Ein bóltur datt til hann beint uttanfyri brotsteigin, og áleyparin var ivaleysur og smekkaði bóltin niður í sama málhorn og við sama beini sum áður í dystinum.  Fýra mál í tveimum dystum hjá Lukaku. Paul Pogba brendi brotsspark í 94. minutti, men trý stig og Solskjær og United á 4. plássi. 

Hitt liðið úr Manchester var á vitjan í Bournemouth. Eins og ímóti West Ham mikukvøldið var eitt mál í 2. hálvleiki nóg mikið til at tryggja meistarunum trý stig. Liðið hjá Guardiola var fullkomiliga omaná og hevði bóltin yvir 80 % av tíðini, yvir 20 skotroyndir, meðan Bournemouth hevði ikki eina. Einasta málið skoraði innskifti Riyad Mahrez tíggju minuttir eftir steðgin. Harvið er Manchester City aftur oddalið, og leggir trýst á Liverpool, sum í morgin spælir ímóti grannunum, Everton.  

Í Burnley vann Crystal Palace greitt og fekk harvið ein týdningarmiklan sigur, og Brighton fekk eisini stig í botnstríðnum 

Tottenham - Arsenal 1-1 (0-1) 
Bournemouth - Manchester City 0-1 (0-0)
Brighton - Huddersfield 1-0 (0-0)
Burnley - Crystal Palace 1-3 (0-1)
Manchester United - Southampton 3-2 (0-1)
Wolves - Cardiff 2-0 (2-0)

17.30: West Ham - Newcastle

Støðan: 

Manchester City

 

71 stig

2


Liverpool

 

69 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

61 stig

4

Manchester United

 

58 stig

5

Arsenal 

 

57 stig

6

Chelsea *

 

53 stig

7

Wolverhampton 

 

43 stig

8

Watford **

 

40 stig

9

Everton **

 

36 stig

10

West Ham **

 

36 stig

11


Leicester **

 

35 stig

12

AFC Bournemouth

 

34 stig

13

Crystal Palace 

 

33 stig

14

Newcastle **

 

31 stig

15

Brighton & Hove Albion **

 

30 stig

16

Burnley

 

30 stig

17

Southampton

 

27 stig

18

Cardiff

 

25 stig

19

Fulham **

 

17 stig

20

Huddersfield Town 

 

14 stig

 *Tveir dystir færr
** Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder