Fótbóltur

Manchester-liðini í eldin í dag

Nú kl.13.30 byrja tveir dystir, meðan Manchster United skal royna seg seinni. Seks dystir vóru leiktir í gjár.

Pogba, Mourinho og United eru á vitjan hjá Brighton í dag
(Mynd: EPA)

Pogba, Mourinho og United eru á vitjan hjá Brighton í dag (Mynd: EPA)

2018-08-19 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir eru á skránni í ensku Premier League í dag. Bæði liðið hjá Pep Guardiola og liðið hjá José Mourinho spæla:

13.30:

Burnley – Watford

Manchester City – Huddersfield

16.00:

Brighton – Manchester United


City fer inn á vøllin í Manchester nú, og er risafavorittir móti Huddersfield. Manchester City skal spæla uttan kevin De Bruyne í áleið tríggar mánaðir. Belgiski miðvallarin er úti við knæskaða.

Burnley, ið kom víðari í Europa League hóskvøldið, tekur móti Watford.

Mourinho og hansara menn komu í gongd við einum sigri á Leicester, og portugisiski venjaran sló fríggjadagin fast, at forholdið millum hann og Pul Pogba er sum tað skal vera. Í dag er franskmaðurin aftur liðformaður, tá United vitjar í Suðuronglandi.

Í gjár vórðu seks dystir leiktir. Mest merkisvert er, at Chelsea vann 3-2 í spennandi grannauppgerðini í London. Sarri hevur harvið fingið eina góða byrjan í felagnum.

 

Úrslitini í gjár: 

Cardiff – Newcastle 0-0

Everton – Southampton 2-1

Leicester – Wolverhampton 2-0

Tottenham – Fulham 3-1

West Ham – Bournemouth 1-2

Chelsea – Arsenal 3-2

 

Í annakvøld skla Liverpool í eldin, tá Jurgen Klopp og hansara menn vitja Crystal Palace í London

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder