Fótbóltur

Manchester United í risatrupulleikum

Liðið hjá Ralf Ragnick stjól eitt stig við heim úr Newcastle í gjárkvøldið og sær út til at fara at fáa tað trupult í mun til at røkka Champions League-plássið. Næsta umfar í Premier League byrjar longu nú klokkan 15, og Leicester - Liverpool er á skránni í kvøld.

Harry Maguire sá aftur illa út í gjárkvøldið, eins og liðið sum heild - í viðtalu við Sky Sports eftir dystin gav liðformaðurin koronutilburðunum í felagnum part av skuldini (Mynd: EPA)

Harry Maguire sá aftur illa út í gjárkvøldið, eins og liðið sum heild - í viðtalu við Sky Sports eftir dystin gav liðformaðurin koronutilburðunum í felagnum part av skuldini (Mynd: EPA)

2021-12-28 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er Premier League-fótbóltur á skránni so at siga hvønn dag nú, og hóast hann í ein mun er ávirkaður av koronustøðuni í Onglandi (dystir verða útsettir, lið eru heldur skerd, o.s.fr), so er tað til gleði fyri fótbóltsfjepparar og sjónvarpshyggjarar.

Í gjárkvøldið, beint eftir klokkan 22, endaði 19. umfar, og longu um eina løtu - klokkan 15 - byrjar 20. umfar við trimum dystum, har West Ham og Tottenham hvør í sínum lagi skulu stríðast um stig í stríðnum um 5. og 4. plássi. Hini fýra liðini, ið spæla nú seinnapartin liggja í niðaru hálvu. Upprunaliga skuldi fyrsti dysturin spælast 12.30, men Arsenal - Wolves er, eins og Leeds - Aston Villa, útsettur vegna koronu.

Í kvøld spælur Liverpool í Leicester. Liðini hittust í fjórðingsfinaluni í Carabao Cup 22. desember, har Leicester tvær ferðir var á odda við tveimum málum á Anfield, men har Liverpool stríddi seg til 3-3 javnleik og sigur í brotssparkskapping. Leicester tykist at leka mál inn - millum annað uppá deyðbóltar - og 2. jóladag skoraði Manchester City seks ferðir móti Kasper Schmeichel. Tá varð millum annað Jamie Vardy spardur. Liverpool spældi ikki, orsakað av koronustøðuni hjá Leeds, so leikararnir hjá Klopp burdu verið meira frískir í kvøld, tá Liverpool heldur fram í jagstranini eftir City.

Tað er langt frá Liverpool niður til arvafíggindan Manchester United, sum í gjár snávaði í Newcastle. Ralf Rangnick hevði vunnið sínar tveir fyrstu dystir sum oddamaður - báðir 1-0 og báðir uttan at vera sannførandi - men í gjár var tað meira hepni enn nakað annað, at tað eydnaðist at fáa stig, tá nummar 19 í Premier League tók ímóti. Franski vongurin, Allan Saint-Maximin var í hopla, og tyktist at hugna sær móti ótryggu United-verjuni. Longu eftir seks minuttir sló hann til, eftir at Sean Longstaff hevði vunnið bóltin frá Raphael Varane, ið júst er afturkomin frá skaða, og sum týðiliga tyktist "rustaður". Hvørki Dalot ella Maguire gjørdi nakað við Saint-Maximin, ið hegnisliga og lættliga dribblaði og síðani sendi bóltin framvið David De Gea.

herVarane avloysti koronusmittaða Lindelöf undir liðuni á Maguire. Eftir dystin segði United-liðformaðurin, at helmingurin av liðnum framvegis roynir at koma fyri seg eftir koronusmittu. Um tað var hetta, ið gjørdi, at liðið sá út sum tað ikki heilt var til staðar meginpartin av dystinum, skal ikki sigast, men eitt slag av umbering er tað so - sannroyndin er, at Saint-Maximin og aðrir Newcastle-leikarar vóru nær við at avgera dystin, men De Gea í málinum stóð væl. Álopsspælið hjá útiliðnum, ið hevði bóltin nógv meira,  var so at siga tannleyst, men eftir 70 minuttir eydnaðist at javna eftir gott uppspæl, innlegg frá Dalot úr høgru, og í næstu royndini beindi innskifti Edinson Cavani bóltin í málið til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið. Eitt vónbrot fyri bæði liðini á ymsna hátt, men Newcastle, ið vísti góðan stríðsvilja, kann helst brúka stigið til meira í botnstríðnum, enn United kann í stíðnum um at røkka fjórða plássinum.

Premier League 20. umfar
Í dag - týsdagin 28.12

15.00: 
Crystal Palace - Norwich 
Southampton - Tottenham
Watford - West Ham

20.00: Leicester - Liverpool

Útsettir orsakað av koronu:
Arsenal - Wolves
Leeds - Aston Villa

Seinasti dystur í 19. umfari - í gjár (27.12)
Newcastle  - Manchester United 1-1 (1-0)
7' Allan Saint-Maximin 1-0
71' Edinson Cavani 1-1

Støðan í Premier League sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder