Um hugt verður eftir hagtølunum frá dystunum í gjárkvøldið, so sær tað út sum, at Manchester United væl kundi og burdi vunnið á Burnley. Heimaliðið fekk tó ikki av álvara hótt Burnley eftir málini, ið komu uppá einastu tvær skotroyndirnar á mál hjá liðnum hjá Sean Dyche. Tann fyrra endaði við, at Chris Wood fekk beint bóltin í málið hjá De Gea, eftir at bólturin varð snittaður til hann í samband við eina deyðbóltsstøðu. Hetta var beint fyri hálvleik, og tann seinna kom tíggju minuttir eftir steðgin, tá álopsmakkarin hjá Wood, Jay Rodriguez, beint innanfyri brotsteigarmarkið í vinstru smekkaði bóltin umvegis yvirleggjaran á málið móti Stretford End.
Burnley-leikararnir kundu fegnast á Old Trafford í gjár (Mynd: EPA)
Nýggi liðformaðurin hjá United, heimsins dýrasti verjuleikari, og hansara menn lótu tvey mál inn í gjár (Mynd: EPA)
Ein kundi eisini sagt, at Manchester United skal vinna á heimavølli móti einum liðið sum Burnley. Men so mangan seinnu árini hevur liðið havt stórar trupulleikar við at vinna dystir, og tað er verri nú, enn tað nakrantíð hevur verið í Premier League-tíðini. Ikki síðani 1990 hevur United bert havt 34 stig fyri 24 dystir í fremstu ensku røð. Ósigurin í gjár var ein mistur møguleiki at hála inn á Chelsea á 4.plássinum, ið er í einari ringari gongd í løtuni. Av teimum fýra dystunum í Premier League í 2020 hevur United bert vunnið ein, 4-0 móti botnproppinum Norwich á heimavølli, og tað er eisini tann einasti av teimum fýra dystunum, har menninir hjá Solskjær hava skorað.
Martial hevði onkran stóran málmøguleika í gjár (EPA)
Ole Gunnar Solskjær er undir stórum trýsti frá fejpparum og ørðum, men leiðslan bakkar upp um hann (Mynd: EPA)
Júst norski venjarin hevur mist ógvuliga nógv av tí góða umdøminum, ið hann fekk í byrjanini av sínari tíð í venjarasessinum. Síðani hann fór frá at vera fyribils venjari til at vera “fastur maður”, hevur norðmaðurin ræðulig hagtøl, tá hugsað verður um, at hann stendur á odda fyri einum av størstu feløgunum í heiminum.
Tað eru tó nógvir viðmerkjarar, ið vísa á, at trupulleikin stingur djypri í felagnum. Eins og tað hevur verið ført fram undir øðrum venjarum seinastu árini, hava eigararnir (Glazer-familjan) og ovasta leiðslan, við Ed Woodward, grundleggjandi ábyrgdina fyri skeivu ítrottarligu gongdina. Tað er eingin ivi um, at Woodward, ið stendur á odda fyri tí peningaliga og tykist at standa odda fyri leikarakeypum, ikki er ein “fótbóltsmaður”. Hann er ein bankamaður, og millum annað Gary Neville og Rio Ferdinand hava seinastu dagarnar rópt varskó um vánaligu leiðsluna, har tingini ítróttarliga als ikki hanga saman, og har tað ikki er eydnast at byggja ein hóp upp, ið kann vera kappingarførur í oddastríðnum.
Tveir av royndu leikarunum í United-hópinum; Mata og Matic (Mynd: EPA)
Manchester United roynir í løtuni at fáa fatur á Sporting-miðvallaranum Bruno Fernandes. 25-ára gamli portugisiski leikarin ynskir at skifta til enska felagið, og hansara sáttmáli gongur út í summar. Men eins og seinasta summar, og eins og í fleiri førum seinastu árini, hevur United trupult við at fáa eina avtalu í lag. Lissabon-felagið krevur meira, enn Woodward og co. vilja gjalda, og tað valdar óvissa um, United fær sín miðvallara. Í løtuni eru Scott McTominay og Paul Pogba úti við skaðum. Eingin áleypari er á veg inn í løtuni – Marcus Rashford verður úti í áleið tveir mánaðir verður mett.
Seinasti dysturin í hesum viðvikuumfarinum verður leiktur á Molineux í kvøld. Suverena oddaliðið Liverpool vitjar og kann økja um munin til Manchester City og Leicester, ið vunnu ávikavist týsdagin og mikudagin.,
Premier League, 24. umfar
Týsdagin 21.01:
Aston Villa - Watford 2-1
Bournemouth - Brighton 3-1
Crystal Palace - Southampton 0-2
Everton - Newcaslte 2-2
Sheffield United - Manchester City 0-1
Chelsea - Arsenal 2-2
Mikudagur 22.01:
Leicester - West Ham 4-1
Tottenham - Norwich 2-1
Manchester United - Burnley 0-2
Í kvøld 23.01:
20.00: Wolves - Liverpool
Fótbóltur
Manchester United: Tað stendur við og versnar
Burnley vann í gjárkvøldið 2-0 á Old Trafford. Hetta var triði ósigurin í fýra Premier League-dystum í ár hjá liðnum hjá Solskjær, ið ikki hevur havt so fá stig eftir 24 umfør í 30 ár..
Meira og meira ónøgd er við Ole Gunnar Solskjær og hansara lið (Mynd: EPA)
2020-01-23 17:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald