Fótbóltur

Manchester United vann fyri fjórðu ferð á rað

Chelsea misti týdningarmikil stig í stríðnum um topp fýra.

Marcus Rashford skoraði seinna málið í 2-0 sigrinum á Newcastle (Mynd: EPA)

Marcus Rashford skoraði seinna málið í 2-0 sigrinum á Newcastle (Mynd: EPA)

2019-01-03 07:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seks dystir vórðu spældir í Premier League í gjárkvøldi.

Í Norðuronglandi tók Newcastle ímóti Manchester United, sum hava fingið eina framúr góða byrjan við Ole Gunnar Solskjær á odda. Manchester United vann fyri fjórðu ferð á rað. Dysturin endaði við 2-0 sigri, har bæði málini komu í seinna hálvleiki. Romelu Lukaku legði gestirnar á odda, áðrenn Marcus Rashford staðfesti sigurin. Manchester United liggur á sætta plássi í deildini, meðan Newcastle er á fimtanda plássi.

Chelsea misti týdningarmikil stig í stríðnum um at enda í topp fýra, tá ríkmannafelagið úr London bert megnaði 0-0 javnleik móti Southampton. Chelsea er enn nummar fýra, men nú bert trý stig frammanfyri Arsenal á fimta plássi. Hóast Southampton fekk eitt týdningarmikið stig, endaði liðið dagin undir niðurflytingarlinjuni.

AFC Bournemouth og Watford spældu ein undirhaldandi 3-3 javnleik, har øll málini vórðu skotin í fyrra hálvleiki. Watford legði seg á odda 2-0 við tveimum málum frá Troy Deeney áðrenn Bournemouth megnaði at javna við málum frá Nathan Ake og Calum Wilson. Watford megnaði at leggja seg framum aftur við máli frá Ken Sema, men Ryan Fraser skoraði fimm minuttir fyri hálvleik til endaligu støðuna 3-3.

Marko Arnautovic tryggjaði West Ham eitt stig við tveimum málum eftir at Brighton and Hove Albion høvdu lagt seg á odda 2-0. Málini hjá Brighton skoraðu Dale Stephens og Shane Duffy.

Burnely vann 2-1 á útivølli móti Huddersfield, meðan Crystal Palace vann 2-0 á útivølli móti Wolverhampton Wanderers.

Í morgin er toppdystur, tá Manchester City fær vitjan av Liverpool.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder