HM nærkast í hvørjum. Millum tey løgnu og meira enn ivasomu viðurskiftini við hesum endaspælinum er tað, at tað er ógvuliga stutt ímillum, at landskappingar og aðrar kappingar enda, til HM byrjar. Vanligt er, at talan er um nakrar vikur; eisini so landsliðini fáa fyrireika seg betur saman.
At endaspælið í Katar liggur mitt í kappingarárinum hjá allarflestu leikarunum hevur við sær, at skaðar ið koma nú, eru "dýrari". Í seinastuni eru fleiri dømi um leikarar, sum eru farnir út við skaða, hvat HM-plássið síðani er komið í vanda.
Rapahel Varane fór sakddur út í dystir fyri Manchester United móti Chelsea 22. oktober, og ivasamt er, hvussu nógv miðverjin fær spælt fyri Frakland, tá HM-heitið skal verjast. Son Heung-Min fór út í Champions League-dysti í síðstu viku, tí suðurkoreanarin varð raktur í eygað, men hann verður helst til reiðar til endaspælið.
Hópurin hjá Onglandi verður kunngjørdur seinni í dag, men longu nú er greitt, at høgri bakkurin Reece James úr Chelsea ikki verður á listanum, orsakað av knæskaðanum, ið hann hevur verið darvaður av síðsta mánaðin.
Dugnaligi høgri bakkurin verður ikki at síggja til HM-endaspælið, sum byrjar um tíggju dagar - hann fór út við knæskaða í Champions League-dysti móti AC Milan í oktober
Senegal hevur eitt sterkt landslið, ið fleiri viðmerkjarar vænta nógv av. Í fjør vann liðið hjá Aliou Cissé Africa Cup of Nations, og nógvir leikarar eru profilar hjá liðum í stóru deildunum í Evropa.
Heilt stóra stjørnan er 30-ára gamli Sadio Mané. Hann skifti í summar úr Liverpool til Bayern München, og varð fyri kortum kunngjørdur sum næstbesti leikari í heiminum, tá Balon d'Or atkvøðurnar vórður gjørdar upp. Vongurin hevur ógvuliga stóran týdning fyri land sítt, men sambært L'Equipe verður hann ikki tøkur fyri Senegal - íhvussu er ikki til fyrsta dystin hjá landinum í HM, sum er um tólv dagar.
Stóri franski ítróttarmiðilin skrivaði fyrrapartin, at Mané verður úti í nakrar vikur, tí nakrar sinur ella spengur í beininum hava fingið skaða. Hetta hendi í Bundesligu-dystinum móti Werder Bremen í gjárkvøldið. Bayern vann 6-1, men tað er fyri ta neiliga at dysturin er komin í fokus. Mané noyddist út í 20. minutti, og Bayern váttar í dag, at vongurin ikki verður tøkur til dystin móti Schalke í vikuskiftinum, og at nærri kanningar skulu gerast næstu dagarnar.
Til ber at síggja støðuna her
Samskifti er eisini við fótbóltssambandið í Senegal, har tað av álvara verður krossað fingrar fyri, at Mané fær spælt í Katar seinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald