Fótbóltur

Manslandsliðið skal aftur til Baltic Cup í summar

Sum fyrireiking til Nations League í heyst, spæla Føroyar móti Estlandi og síðani Lettlandi ella Litava í juni.

Petur Knudsen legði Føroyar á odda móti Estlandi, tá liðini hittust seinast - men estar vunnu 4-1 (Mynd: fsf.fo)

Petur Knudsen legði Føroyar á odda móti Estlandi, tá liðini hittust seinast - men estar vunnu 4-1 (Mynd: fsf.fo)

2026-02-19 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í juni mánað skal spæla tveir av fýra venjingardystum í fyrru hálvu í árinum.

Teir fyrru eru á skránni í Dubai siðst í mars.

Sí eisini: Annar venjingardysturin verður móti Singapor

Eins og fyri tveimum árum síðani fer manslandsliðið aftur í ár at taka lut í Baltic Cup í juni. Hesum boðar FSF frá.

Talan er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, sum í ár eru Føroyar. Kvinnulandsliðið hevur ofta verið til hesa kapping. 

Í 2024 eydnaðist luttøkan hjá manslandsliðnum á ymsan hátt ikki væl. Føroyar taptu eisini 4-1 fyri Estlandi og 1-0 fyri Lettlandi. Harvið endaði liðið aftast í kappingini.

Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 6. juni: Estland og Føroyar spæla í Pärnu, meðan Litava og Lettland hittast í Kaunas.

Finalan og dysturin um 3. plássið vera týsdagin 9. juni, upplýsir fsf.fo fyrrapartin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder