Fótbóltur

Maradona útskrivaður av sjúkrahúsi í Buenos Aires

Fyrrverandi stórleikarin varð innlagdur orsakað av innaru bløðingum í maganum.

Diego Maradona, her ávegis av sjúkrahúsinum í Buenos Aires
(Mynd: EPA)

Diego Maradona, her ávegis av sjúkrahúsinum í Buenos Aires (Mynd: EPA)

2019-01-05 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár frættist, at Diego Maradona varð innlagdur á sjúkrahús í argentinska høvuðsstaðnum. Orsøkin var, at læknar høvdu varnast, at 58-ára gamli argentinin hevði bløðingar inni í maganum.

Í nátt skrivaði Reuters, at ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum gjøgnum søguna var sloppin út av sjúkrahúsinum. Stúran var komin í um heilsuna hjá Maradona, men dóttirin Dalma skrivaði á Twitter: - Eg kann fortelja teimum ið stúra fyri pápa mínum, at hann hevur tað gott, og at hann fer at verða heima skjótt.

Hóast fyrstu tíðindini um støðuna hjá gamla bóltsnillinginum ikki ljóðaðu gott, so sigur ein kelda við Reuters, at støðan ikki var hættislig. 

Maradona hevur havt sínar trupulleika við heilsuni. Í summar small hann um í VIP-økinum, tá Argentina vann 2-1 á  Nigeria í HM í Russlandi. Í 2004 varð hann innlagdur, tá hann hevði stórar trupulleikar við hjartanum og andadráttinum; hetta orsakað av kokainnýstlu. Maradona hevur verið til avvenjingar fyri misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum og hevur eisini verið skurðviðgjørdur í magasekkinum orsakað av ov nógvari vekt.

Diego Maradona er í løtuni venjari hjá Dorados de Sinaloa í næstbestu deildini í Meksiko. Hann er eitt óvanliga stórt navn í heimlandinum, og er framvegis ógvuliga kendur kring heimin. Hann hevur verið á høkjum seinastu tíðina orsakað av knøunum, men hevur gjørt tað væl í sínum starvið í Meksiko, ið hann nú líka er  burtur frá. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder