Italski venjarin, Enzo Maresca, avloysir nú Mauricio Pochettino, sum manager í enska stórfelagnum Chelsea.
Enzo Maresca gjørdist fyri einum ári síðani manager í Leicester City som, og tað gekk so mikið væl, at Leicester í farna mánaði spældi seg upp aftur í bestu deildina í Onglandi, Premier League.
44 ára gamli Maresca hevði tvey ár eftir av sáttmálanum við Leicester, men Chelsea hevur nú keypt hann leysan av sáttmálanum.
- At koma til Chelsea, ein av størstu feløgunum í heiminum, er ein dreymur fyri allar venjarar. Tí eru eg ovurfegin fyri at hava fingið henda møguleikan, sigur Maresca í sambandi við skiftið.
Pochettino og Chelsea gjørdust samd um at støðga samstarvið stutt eftir kappingarlok, har Chelsea endaði á sætta plássi, sum gevur atgongd til Conference Leauge í ár.
Maresca hevur fyrr verið hjálparvenjari í Ascoli, Parma og Manchester City.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald