Hondbóltssambandið boðar frá, at Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.
Margrið hevur í fleiri ár umboða Føroyar til altjóða dystir; millum annað til EM-dystir og Europa-Cup dystir av ymiskum slag.
Tað er ikki greitt enn, hvørjar dystir Margrið skal vera eygleiðari til. Teir verða ásettir sama dag, sum teir verða leiktir.
Hondbóltssambandið skrivar soleiðis u mannagongdina:
"Eyðleiðararnir eru saman tveir dagar fyri kappingin byrjar, har tey fyrireika seg, gjøgnumganga nýggjar reglur og mannagongdir. Øll tey luttakandi londini eru undan kappingini kunnaði um dómaralinjuna á ymsu økjunum og hava fingið 50 videobrot send til kunningar"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald