Fótbóltur

Margunn Lindholm legði upp til flest mál

Legði upp til 22 mál vísir skráseting hjá bolt.fo.

Durita Hummeland og Margunn Lindholm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Durita Hummeland og Margunn Lindholm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-10-30 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Margunn Lindholm úr EB/Streymi/Skála sum eisni gjørdist greipuvinnari í ár, er tann leikarin sum hevur lagt upp til flest mál hetta kappingarárið.

Sambært heimasíðuni bolt.fo legði hon upp til 22 mál. Eitt upplegg meira enn Milja Simonsen úr HB hevði.

Tað er Bolt.fo sum ger yvirlitið yvir upplegg, og hjá monnum hevur Árni Frederiksberg hjá NSÍ flest upplegg og er uppi á 14.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at uppleggini í bestu kvinnudeildini eru skrásett soleiðis. Hetta hevur verið møguligt frá áliitispersónum í ymisku liðunum í Betri deildini hjá kvinnum, skrivar Jákup Ósa, sum tekur sær av yvirlitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder