Fótbóltur

Føroyingar fullu út á dystin og vóru hepnir at fáa stig

Tað var 1-0 og føroyskt tamarhald, Men so fóru Hanus Sørensen og Geza Turi út, Moldova javnaði við beinleiðis frísparki - eftir tað hevði heimaliðiuð fýra stórar møguleikar, men Mattias Lamhauge, stong og yvirleggjari bjargaði Føroyum.

2026-09-29 19:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): -Tað lá eina góða løtu til ein góðan føroyskan arbeiðs- og útisigur.

Føroyar komu á odda við tryggum brotssparki hjá Viljormi Davidsen eftir 25 minuttir. Sjeynda landsliðsmálið hjá manninum við 95 landsdystum - einum av teimum fimm nýggju í byrjanaruppstillingini.

Summir høvdu tað truplari enn aðrir, men um hugt verður byrjanini á 2. hálvleiki bendi nógv á, at Føroyar fóru at vinna í Moldova á fyrsta sinni. Ágangandi og gott spæl, stinnir í verjuspælinum og nær við at skora til 2-0; serliga Andrias Edmundsson eftir deyðbólt.

Men eftir ein tíma fóru Geza David Turi og Hanus Sørensen av vølli, og tað var sum um, at javnvágin á føroyska liðnum ikki kom aftur á grasinum í Chisinau.

Moldovar ernaðust og skoraði í 66.minutti við góðum beinrlieðis frísparki, sum Jann Benjaminsen heldur óneyuga gjørdi.

Harmiligt, men um hugt verður eftir seinastu 25 minuttunum, var tað ógvuliga heppið, at føroyingar um eina løtu kunnu flúgva heim við einum stigi.

Moldova hevur ikki vunnið kappingardyst síðani í Andorra í 2024 men rakti yvirleggjaran, stongina og Mattias Lamhauge stórbjargaði tvær ferðir.

Harvið 1-1, sum í 2023 og 2021 her. Men ein heldur keðiligt kensla, eftir at føroyingar seinasta partin av dystinum javnan vóru um ein háls og ikki fingu svarað aftur.

Slovakia, sterkasta liðið í bólkinum, bíðar á Tórsvølli fríggjakvøldið. 

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder