
Fríggjadagin má fylgjast við á rennibreytini á Gibraltar. Tá fara Maria Biskopstø og Rebekka Fuglø at renna í finaluni í 800 metrum hjá kvinnum.
Um middagsleitið runnu tær seg í finaluna. Maria sum nummar tvey í sínum riðli og Rebekka Fuglø á fyrsta plássi í sínum.
Maria Biskopstø, 2:16.95
Rebekka Fuglø 2:15.27
Julian Gregersen í 1500 metrum lá eina løtu síðsta umfar á fjórða plássi, men varð yvirhálaður fáar metrar fyri mállinjuna.
Fyrrapartin gekk eisini væl. Tórur Mortensen rann seg í hálvfinaluna í 100 metrum og Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Elisabet Holm Simonsen komu víðari til hálvfinaluna í 200 metrum.
-
Maria Biskopstø (Mynd: Sverri Egholm)
-
Rebekka Fuglø (Mynd: Sverri Egholm)
-
Rebekka Fuglø (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Julian Gregersen í trunkanum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Julian Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald