
Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi ein ógvuliga góðan dyst, tá Horsens skírsidag av álvara bjóðaði Odense av í 1. umfari av ovara endaspælinum.
Mikukvøldið tapti København við sjey málum í Odense. Pernille Brandenborg skoraði uppá øll síni fýra skot, men stórtíðindini hjá henni og liðfeløgunum hesa vikuna komu í gjárkvøldið.
Tá gjørdu Maria og tær aftur bart móti stórfavoritti - einum liið sum København væntar at kappast ímóti um hálvfinalupláss. NFH hevur havt sveiggj í ár, og í 2. hálvleiki á Falster var Horsens omaná og avgjørdi til 23-22 í seinasta minutti.
Ungi føroyski bakspælarin skoraði trý mál uppá fimm skot og vann Horsens tvey brotskøst í sigrinum, sum ger, at København nú liggur best fyri at koma víðari saman við Odense - tó hevur Horsens nú bjóðað seg fram- Liðini hjá Mariu Nólsoy og Pernille Brandenborg hava tvey stig hvør, og hittast tey til lykladyst í Horsens týskvøldið.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Sí støðurnar í endaspæls-bólkunum HER. Í tí ovara - bólki 1 og bólki tvey - koma tvey tey fremstu liðini eftir seks umfør í hálvfinalurnar.
Viborg tapti sum væntað í Esbjerg og skal nú helst gera reint borð seinastu fýra umførini fyri at hava møguleika at koma víðari til hálvfinalurnar.
Jana Mittún hevði ikki ein góðan dyst í 35-27 tapinum í gjár: Hon brendi fimm av sínum seks skotum, hevði trý teknisk mistøk og gjørdi tvey brotskøst. Tvey upplegg og eitt vunnið brotskast telja upp.
Í niðara endaspælinum taptu bæði Ringkøbing og Skanderborg. Rakul Wardum var bert inni til tvey brotskøst, sum bæði fóru í málið, tá Ringkøbing tapti tepurt fyri Bjarringbro.
Skanderborg er aftast í niðara endaspælinum eftir greitt tap fyri Silkeborg-Voel. Tað jaliga við føroyskum brillum var, at Súna Krossteig Hansen spældi sínar fyrstu minuttir síðani í februar. Stressbrot í fótinum hava darvað Súnu, sum skoraði eitt mál uppá trý skot í gjár. Skanderborg og Ringkøbing hittast sunnukvøldið.
Sí støðurnar í endaspæls-bólkunum HER. Í tí ovara - bólki 1 og bólki tvey - koma tvey tey fremstu liðini eftir seks umfør í hálvfinalurnar.
Í niðara endaspælinum (Kvalifikationsspil) skal tað liðið, sum endar niðast eftir fýra umfør spæla upp- og niðurflytingardyst móti einum liðið úr næstbestu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald