
Fleiri føroyskir landsliðsspælarar hava seinastu árini gjørt vart við seg í løtum í fremstu donsku kvinnudeildini. Nú stendur slagið um seinasta hálvfinaluplássið millum tveir profilar á landsliðnum - sum eisini hava nógv at siga fyri síni donsku lið.
Team Esbjerg og Odense eru tey heilt stóru. So er Ikast Håndbold, har Claus Mogensen landsliðsvenjari er hjálparvenjari, beint undir tí. Alt árið hevur verið væntað, at hesi trý fóru at koma í DM-hálvfinalurnar, og so var spurningurin bara, hvat tað fjórða liðið fór at verða.
Soleiðis varð eisini. Odense hevur vunnið allar sínar fimm dystum í sínum hálvfinalubólki, men í mun til hvat tey allarflestu væntaðu fyri nøkrum vikum síðani, so stendur stríðið um hitt hálvfinaluplássið í tí bólkinum ikki millum København og NFH.
Horsens kom inn í ovara endaspælið sum 8'ari - tað av teimum liðunum ið endaði niðast í grundspælinum. Fyrst í 2025 lá Horsens aftast í Kvindeligaen (nummar 14) men Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar hava havt nakrar frálíkar mánaðir, og í endaspælinum hevur liðið vunnið tvær ferðir á NHF og á København.
Hetta merkir, at um Horsens fær stig til høldar á Frderiksberg í 6. og seinasta umfari, so skal liðið spæla hálvfinalur - helst móti meistarunum Team Esbjerg.
Støðan undan kvøldsins dysti - Odense hevði tvey stig við víðari úr grundspælinum og NFH eitt (Skíggjamynd: tophaandbold.dk)
Maria Nólsoy spældi ógvuliga væl fyri Føroyar í play-off dystunum í juni, og hon er eisini í góðari gongdi
Talan hevði verið um veruligt bragd hjá Horsens. Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur havt stóran leiklut í endaspælinum - serliga í góða álopsspælinum og við gjøgnumbrotum. Tjúgu-ára gamli bakspælarin tekur ábyrgd í spælinum hjá teimum gulu.
Pernille Brandenborg er ein av teimum mongu spælarunum hjá København, sum skiftir felag í summar. Strikuspælarin fer til norska stórfelagið Storhamar. Ivamál er um fíggjarligu støðuna hjá danska høvuðsstaðarfelagnum, men í kvøld snýr tað seg um at royna at vinna sær hálvfinaluplássið.
Landsliðsliðskiparin skal royna at enda væl í København (Mynd: Sverri Egholm)
Heimaliðið skal vinna, meðan Horsens kann liva við einum stigi á Frederiksberg. Dysturin byrjar klokkan 20 lokala tíð - 19 føroyska tíð. Dysturin kann síggjast á TV2 Sport/TV2 Play. Portalurin verður á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald