Fótbóltur

Maria úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til landsliðið sum skal møta Aserbadjan og Kýpros seinni í mánaðinum.

Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum spælir við KÍ, er boðsend til A-landsliðið á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum spælir við KÍ, er boðsend til A-landsliðið á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-13 16:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin hjá A-landsliðnum við kvinnum, til komandi Nations League dystirnar ímóti Aserbadjan og Kýpros á heimavølli.

Kvinnulandsliðið hevur fleiri spennandi avbjóðingar í heyst og vetur. Síðst í hesum mánaðinum spæla tær tveir heimadystir í Nations League. Fyrst ímóti Aserbadjan, 27. oktober kl. 14. við Djúpumýru í Klaksvík, og síðani ímóti Kýpros á Tórsvølli, 31. september kl. 18.

Tvær broytingar eru í hópinum í mun til seinastu dystirnar. Durita Hummeland úr KÍ er við aftur á landsliðnum, og so er 19 ára gamla Maria Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ eisini úttikin á fyrsta sinni. Hon hevur áður leikt fleiri dystir við U19 landsliðnum.

Hópurin til dystirnar móti Aserbadjan og Kýpros sær soleiðis út:

Óluva Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Heidi Sevdal, NSÍ
Sunniva Willemoes, HB
Rúna Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Maria V. Johansen, KÍ
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Lena Olsen, NSÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q
Sara S. Lamhauge, NSÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Fridrikka Clementsen, HB
Ása S. Carlsen, HB
Rúna Olsen, NSÍ
Durita Hummeland, KÍ

Dystarskráin hjá kvinnunum í Nations League kappingini í heyst/vetur sær soleiðis út:

27. oktober: Føroyar – Aserbadjan (við Djúpumýru)
31. oktober: Føroyar – Kýpros (Tórsvøllur)
1. desember: Montenegro – Føroyar
5. desember: Aserbadjan – Føroyar

Atgongumerki til dystirnar kunnu keypast á nethandlinum hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder