Sunnudagin savnast stórur partur av føroyska hópinum í sambandi við týðandi EM-undankappingardystirnar móti Portugal í næstu viku.
Føroysku kvinnurnar spæla á heimavølli mikudagin 4. februar og í Porto 8. februar. Við tveimum stigum ella fleiri, kunnu Føroyar seta seg í frálíka støðu í bólkinum; í mun til at koma til EM-endaspælið í desember.
![]()
Føroyar vóru til HM-endaspælið í Týsklandi í vetur og stóðu seg frálíka væl - nú er enn eitt EM málið (Mynd: Sverri Egholm)
Føroysku spælararnir hava í vikuskiftinum seinastu uppávurnar fyri feløg síni undan landsdystunum. Tað er sjálvandi blandað, hvussu gongst úti í feløgnum, men summar hava veruliga gjørt vart við seg í seinastuni.
Millum annað gongst sum eftir ánni í næstbestu donsku deildini hjá Elsu Egholm, Lív Zachariasen og Vár Zachariasen, sum spæla saman í Ajax København: Áttandi sigurin á rað kom í hús í oddadysti seinasta umfari móti Holstebro, og spæla hoyvíkskvinnurnar nógv.
Í bestu donsku deildini eru nógvir føroyskir spælarar. Annika Fríðheim Petersen situr uttanfyri í løtuni, meðan málverjumakkarin Rakul Wardum og Ringkøbing Håndbold hava heldur tunga gongd. Í gjár vann liðið, har Claus Mogensen - landsliðsvenjari - stendur á odda greitt á Rakul og Ringkøbing: Tað endaði 43-29 ti Ikast
Betri gongst hjá Súnu Krossteig Hansen og Skanderborg, sum við tøttum sigri á Sønderjyske í gjár lyfti seg longri burtur frá botninum. Súna Hansen gongur á odda í seinastu tíðini í felagnum - undan skiftinum til Buducnost. Føroyski bakspælarin skoraði fimm mál og legði upp til seks onnur í 28-27 sigrinum: Enn eitt gott avrik hjá Súnu.
![]()
Liðini hjá Rakul Wardum og Súnu K. Hansen, sum her fegnast um ein HM-sigur, eru nú jøvn í stigum við níggju hvør. Tað gongst uppeftir hjá Súnu og teimum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Marita Mortensen brendi nøkur skot, men skoraði eisini trý og legði upp til trý onnur í tapinum í Odense.
Tveir aðrir føroyskir bakspælarar hittust í Horsens. Har vann heimaliðið heldur óvæntað 29-27. Jana Mittún var annars beinleiðis við í seks málum hjá Viborg.
Persónliga gjørdist hetta ikki dagurin hjá Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum brendi øll síni fimm skot og er skrásett fyri fýra tekniskar villur. Hon hevði tó nøkur upplegg, og umfarið frammaundan gjørdist Maria topsskjútti við átta málum í frálíkum avriki - og enn einum Horsens-sigri.
![]()
Pernille Brandenborg hevur verið darvað av skaða í vinstru øksl, men er landsliðsliðskiparin tíbetur komin fyri seg í tøkum tíma (Mynd: Sverri Egholm)
Storhamar hevur spælt og vunnið tveir dystir í Noreg seinastu lítlu vikuna, og Pernille Brandenborg hevur verið á vølli í báðum.
Tað rakk ikki til víðari luttøku í Champions League hjá føroyska strikuspælaranum og hinum í Storhamar, men tíbetur er Pernille aftur á vølli.
Landsliðsliðskiparin fekk ein skaða í vinstru øksl eftir nærdyst mitt í januar, og sat hon uttanfyri í ein mánaða. Nú er støðan tó so mikið góð, at Pernille Brandenborg er við aftur.
Føroyska liðið hevur nakrar dagar at fyrireika seg í Føroyum undan lykladystinum mikukvøldið (klokkan 19) Portalurin og FM1 fara at gera nógv burturúr í landsliðsvikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald