H71 hevði eitt gott útgangsstøði til seinna dystin í 2. Umfari í EHF Challenge Cup, ið varð leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld. 25-24 sigurin fríggjakvøldið í fyrsta evropeiska dystinum hjá hoyvíkingum var óvæntaður, men hóast gleðina yvir sigurin, kundu hoyvíkingar irða seg um, at sigurin ikki varð størri og harvið útgangsstøði. Hetta hevði sína ávirkan í kvøld, tí Maribor var í einum heilt øðrum geari enn fríggjakvøldið og var væl betri ígjøgnum dystin.
Slovenar vóru ógvuliga ágangandi fyrstu løtuna og spældu við ferð og dygd í álopsspælinum. H71 megnaði ikki at tálma teimum, og í álopinum raktu hoyvíkingar bæði yvirleggjaran og stongina, tá komið varð til frítt skot. Annars var slovenska verjan nakað tung at dansa við, men hóast tað var 4-9 eina løtu, so fekk H71 etið seg inn í dystin skjótt og kom á -3 og -2 samanlagt. Serliga var tað verjan, sum hesa løtuna mitt í fyrra hálvleiki spældi sera væl, tá Maribor varð hildið frá málinum í nakrar minuttir.
Myndir: RK Maribor Branik - H71
Tíverri kom veruliga gongd á álopsspælið hjá Maribor aftur, og í álopinum høvdu hoyvíkingar stórar trupulleikar við at koma til skot. Slovenar trektu frá seinastu smáu tíggju minuttirnar, og avgjørdu í roynd og veru uppgerðina, tí munurin var sjey mál í steðginum.
H71 gjørdi tó eina veruliga roynd at skapa spenning í seinna hálvleiki og fyrstu tíggju minuttirnar vann H71 4-1. Verjan spældi frálíka væl hesa løtuna, og Peter Krogh kom í gongd aftur við málskjótingina. Eftir at hann skoraði trý tey fyrstu málini hjá hoyvíkingum í dystinum, varð bakspælarin hildin frá fatinum restina av 1. hálvleiki og tvær útvísingar hjálptu ikki.
Tað eydnaðist tó ikki hjá H71 at halda fast í góðu gongdini, og eftir nøkur mistøk og slovenskan effektivitet var munurin skjótt aftur sjey mál. Harvið var spenningurin um, hvør fór at vinna dystin ikki longur har. Tá lá fyri tað mesta millum seks og átta mál restina av dystinum, og Maribor vann fult uppiborið.
Liðið var eitt støði yvir H71 í kvøld, og hevði helst undirmett føroyameistararnir nakað áðrenn fríggjakvøldið. Leikarir sum spælskiparin Luca Klujn vístu sinar dygdir í kvøld. Klujn skoraði átta mál og spældi hinar sera væl upp. H71 spældi heldur ikki upp til sítt besta í kvøld, men talan var um samanlagt um eina áhugaverda byrjan uppá eitt evropeiskt ævintýr, ið er av á hesum sinni, men har fleiri kapittul bíða hjá hovyíkingum i hesum samanhanginum.
EHF Challenge Cup, 2. Umfar – seinni dysturin
Høllin á Hálsi, 13. oktober
H71 – RK Maribor Branik 31-24 (10-17) *
Liðið frá byrjan: Ári Egason Dam – Hans Kári Hansen, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh, Pætur Mikkjalson, Rúni Vest Højgaard, Leivur Mortensen
Hørður Trygvason vardi málið næstan allan 2. hálvleik. Pætur Thomsen spældi nógv á høgra vongi og Pauli Mittún nógv í bakketuni. Sigmundur Dahl og Elias Ellefsen á Skipagøtu vóru eisin rímiliga nógvi í spæl. Seinastu smáu tíggju minuttirnar komu ungu leikararnir Sakaris Aniano Sakarisson, Bogi Hansen og Janus Dam Djurhuus inn.
Útvísingar:
Pætur Mikkjalsson, Peter Krogh (2)
Málskjúttar hjá H71 :
Peter Krogh 6
Hilmar Leon Jakobsen 4
Pætur Mikkjalsson 2
Leivur Mortensen 2 (2)
Pætur Thomsen 2
Pauli Mittún 2
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Hans Kári Hansen 1
Vilhelm Poulsen 1
Janus Dam Djurhuus 1
Bjargingar:
Ari Dam 3
Hørður Trygavason 4
Dystargongdin:
5 min: 2-5
10 min: 3-7
15 min: 5-9
20. min: 7-10
25 min: 9-14
35 min: 12-18
40 min: 14-18
45 min: 15-23
50 min: 26-17
55 min: 29-21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald