Enn ein føroyskur hondbóltsspælari fer at royna seg uttanfyri landoddarnar, og eins og fleiri onnur fer Marita Mortensen at spæla og lesa samstundis:
- Marita Mortensen er 22-ára gomul og kemur úr Føroyum. Hon hevur spælt fyri H71 og eisini á A-landsliðnum. Eitt stutt skifti, áðrenn felagið fór á húsagang, spældi Marita við Vendsyssel. Marita er flutt til Keypmannahavnar fyri at lesa lívfrøði á KU, og vil nú taka næsta fetið á hondbóltsleiðini.
Soleiðis skrivar HØJ Elitehåndbold á heimasíðu sínari um nýggja spælaran. Sum spælari verður Marita Mortensen lýst á hendan hátt.
- Marita spælir fyrst og fremst sum vinstri bakkur. Hennara styrkir eru serliga langskot og eitt gott eyga fyri spælinum.
Marita í framlopi í dysti móti Kyndli. Nú skal hon stríðast fyri HØJ í næstbestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
Hvussu sær Marita sjálv skifti ?
- Eg síggi fram til gerast ein partur av HØJ Elitehåndbold, som er i stórari menning. Eg vóni at geva mítt íkast við mínum dygdum og nógvari megi á vøllinum. Framsókni hjá felagnum motiverar meg, og eg eri til reiðar til avbjóðingarnar og at gera mítt besta fyri liðið.
Marita Mortensen hevur fleiri gullheiðursmerki við barndómsfelagnum. Nú skal hon vera partur av sama felagið sum landsliðsspælararnir Rói Berg Hansen og Pauli Jacobsen.
Eins og besta manslið felagsins, spælir besta kvinnuliðið hjá HØJ í næstbestu deildini. Liðið úr Keypmannahavnarøkinum liggur í løtuni á 6. plássi í 1. Division, sum hevur 12 lið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald