Hann hevur spælt 37 dystir í føroyskum fótbólti, hevur skorað samanlagt ellivu mál og hevur eisini lagt upp til tvísiffrað tal.
Fyrsta partin av hesum kappingarárinum var Marius Kryger Lindh darvaður av skaða. AB flutti niður, men 24-ára gamli danski vongurin legði upp til øll trý málini í 3-2 sigrinum á B36 á seinasta leikdegi
Nógv bendir á, at hann eisini spælir í Betrideildini í 2024. Áhugi hevur verið, og sum skilst eru samráðingar í gongd við 07 Vestur.
Liðið úr Vágunum fer at missa nakrar lyklaspælarar, men heldur sum skilst fast í Jasper van der Heyden og roynir at styrkja seg.
Sí eisini: 07 Vestur setti greitt stigamet
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald