Hondbóltur

Mark Lausen-Marcher settur sum samskipari hjá Hondbóltsambandinum

Fyrrverandi H71-leikarin og venjarin á U17-gulliðnum hjá Føroyum skal taka sær av ítróttarliga partinum av virkseminum hjá HSF.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2019-12-16 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi í fleiri át í H71, har hann var við at vinna felagnum nøkur gullheiðursmerki. Hann hevur havt ein umráðandi leiklut í stóru menningini innan hondbóltin í Hoyvík seinastu árini. Í summar førdi hann, saman við Julian Johansen, U17-landsliðið við dreingir til gull í European Open í Göteborg.

Nú skal 28-ára gamli danin Mark Lausen-Marcher standa á odda fyri ítrottarliga partinum hjá Hondbóltssambandinum. Her er bæði talan um landsliðsarbeiði og breiddarhondbóltin. 

HSF skrivar, tað leingi hevur verið eitt ynski at menna júst breiddarhondbóltin og í tí sambandi styrkja tey feløgini, ið hava avbjóðingar við at menna hondbóltin. Staarvsnevndin metir, at tað er ein fyrimunir at hava fleiri fólk í HSF við  hondbóltsfakliga vitan og royndum. Har verður mett, at Mark egnar seg væl til at røkja hendan leiklutin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder