Hondbóltur

Mark og Jórun venja 2010-genturnar

Mark Lausen-Marcher og Jóruna Ludvig at skulu næstu tvey árini standa á odda fyri landsliðnum hjá gentum, sum eru føddar í 2010 og 2011..

2025-09-27 19:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: HSF hevur sett Mark Lausen-Marcher og Jóruna Ludvig at standa á odda fyri 2010-landsliðnum hjá gentum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2010 og 2011.

Mark Lausen-Marcher er ítróttastjóri í HSF og, umframt at hava vant bæði menn og kvinnur í H71, hevur hann eisini vant fleiri av ungdómslandsliðunum seinastu árini. Jórun Ludvig spældi í nógv ár á besta kvinnuliðnum hjá Kyndil, hon hevur eisini vant fleiri ungdómslið og nú seinni kvinnuliðið hjá Tjaldur.

Genturnar vóru í Íslandi í summar og spældu tveir venjingardystir móti Íslandi og verðu næstu uppgávurnar European Open í Svøríki komandi summar og EM-undankapping á heysti í 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder