Fótbóltur

Marokko og Frakland fyrstu liðini í fjórðingsfinalunum

Nummar fýra og nummar tvey í seinasta HM-endaspælinum gjørdu sína skyldu leygardagin og skulu hittast hósdagin. Kanada er fyrsta vertstjóðin, sum er úti, og eingin uttanfyri Paraguay fer at sakna Paraguay. Í kvøld og í nátt eru spennandi uppgerðir við Noreg, Brasil, Onglandi og meksikansku vertunum.

Tað var ikki serliga pent, tá Frakland og Paraguay hittust í Philadelphia, og tað var júst tað, sum teir hjá Paraguay ynsktu. Mbappé og Frakland  fingu tó mál eftir brotsspark og ysnkta útfallið (Mynd: Jeenah Moon/Reuters/Ritzau Scanpix)

Tað var ikki serliga pent, tá Frakland og Paraguay hittust í Philadelphia, og tað var júst tað, sum teir hjá Paraguay ynsktu. Mbappé og Frakland fingu tó mál eftir brotsspark og ysnkta útfallið (Mynd: Jeenah Moon/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-05 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Marokko avgjørdi í seinna hálvleiki móti stríðsfúsu kandisku spælarunum, meðan Frakland avgjørdi við brotssparki í 70. minutti móti Paraguay, sum hevði spælarar ið vóru stríðsfúsir á annan hátt.

Tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum 2026 vórðu spældar leygarkvøldið, á 250-ára tjóðardegnum hjá USA. Tann fyrra endaði við at Marokko, eins í 2022, spældi seg í 1/4-finalurnar.

Ein av hetjunum frá 2022, Azzedine Ounahi, skoraði tvey mál í sigrinum á Kanada í Houston, har øll málini komu eftir steðgin. Kanada er harvið tann fyrsta av trimu vertstjóðin, sum er úti, men hetta varð eitt søguliga gott HM-endaspæl hjá norðuramerikanska liðnum: Kanada hevði einki HM-stig fingið áður.

[object Object]
Ounahi smekkar bóltin í netið í Houston (Mynd: Issei Kato/Reuters/Ritzau Scanpix)

[object Object]Aftur er Marokko millum tey seinastu átta í HM - seinast kom liðið uppaftur longri, men nú bíðar Frakland í 1/4-finalunum (Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)

Eftir dystin millum Frakland og Paraguay í Philadelphia hevur fólk kirng heimin øst seg á sosialu miðlunum. Hetta vegna atburðin hjá spælarunum hjá Paraguay og um dómaravrikið. Hildið verður at teir hjá suðuramerikanska liðnum spældu ov svínskt og oyðileggjandi - uttan at verða revsaðir í ov stóran mun.

Tað vórðu teir tó kortini, tí í 70. minutti skoraði Kylian Mbappé við brotssparki. Harvið fylgjast hann og Lionel Messi framvegis (7 mál hvør í endaspælinum), og Frakland er aftur í einari HM-fjórðingsfinalu. Har skulu silvurvinnararnir frá 2022 hitta Marokko. Tað verður hóskvøldið.

[object Object]
Kylian Mbappe ísakaldur úr ellivu metrum. Tað var annars eftir brotsspørk, at Paraguay sendi Týskland út úr 1/16-finaluni (Mynd: Bill Streicher/Reuters/Ritzau Scanpix)

Í kvøld og tíðliga í nátt eur ógvuliga spennandi uppgerðir á skránni - serliga fyri okkum her um leiðir.

Noreg og Brasil bresta saman í New Jersey klokkan 21, og klokkan 01.00 spælir Ongland móti meksikansku vertunum, sum einki mál hava latið inn enn, í tunnu luftini á Azteca leikvøllinum.


HM-áttandapartsfinalur

Leygardagin 4. juli
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)

Sunnudagin 5. juni
21.00: Brasil - Noreg  (TV2/TV2 PlayNRK)

Mánadagin 6. juni
01.00: Meksiko - Ongland  (DR1 og DRTV.)

20.00: Portugal - Spania

Týsdagin 7. juni
01.00: USA - Belgia 

17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumboa
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder