
Føroysku U19 kvinnurnar taptu fyrsta dystin í EM-bólkaspælinum í Montenegro, men tað vóru fleiri jalig ting í uppgerðini við favorittarnar úr Rumenia.
Í føroysku leguni munnu tær iðra seg um, at tær mistu takið á dystinum eftir frálíku byrjanina. Tað var 5-1 eftir átta minuttir, tá Rumenia tók leikbrá, og eftir eitt korter vóru Føroyar á odda við trimum málum.
Tað var serliga hesa løtuna, at Gylta Djurhuus á Neystabø vísti stórspæl. Hon skal helst vera fyrsti málverji hjá Kyndli eftir summarsteðgin, og ungi málverjin vísti í dag, hví tað kann vera eitt ógvuliga gott hugskot hjá teimum í grønum.
Hon pilkaði skot eftir skot - serliga av vongunum og av strikuni - og einaferð var tað ein stórsligin dupultbjarging frá Gyltu: Fyrst frá heilt fríum vongi og síðani uppá "returskotið" hjá strikuni.
Gjøgnum dystin vóru málverjuhagtølini ikki at síggja hjá EHF. Sambært okkara tølum hevði Gylta á Neystabø 15 bjargingar samanlagt. Hetta svarar til 37.5 prosent: Ógvuliga flott byrjan uppá EM hjá spennandi føroyska málverjanum.
Gylta Djurhuus á Neystabø. Føroyski málverjin og liðskiparin var heilt einastandandi fyri steðgin (Mynd: HF Montenegro/Vuc Raicevic)
Marta fekk lív í - og helt lív í dystinum
Tað var lagt upp til, at Gylta Djurhuus á Neystabø fór at verða dagsins spælari hjá Føroyum. EHF (evropeiska hondbóltssamgongan) kjósar ein spælara á hvørjum liði.
Tað kundi avgjørt eisini verið Gylta, men Marta Agnarsdóttir Højgaard kom inn nakað inn í 2. hálvleik og gjørdi av álvara vart við seg. Púra ósmæðin í álopi og í verju á høgra bakki vann H71-spælarin, sum eisini hevur røtur til Skálafjørðin, eina rúgvu av nærdystum:
Ferð, áræði, fimm mál, nakrar flottar rullifintur og nøkur góð upplegg (við bóltum út á vong ella vunnin brotskøst)
Marta gjørdi stórt sæð alt rætt seinastu tjúgu minuttirnar, og varð tísikil heiðrað eftir dystin.
Marta Højgaard til upphitingina áðrenn dystin (Mynd: HSF)
Silja varð toppskjútti - lýtaleys úr sjey metrum
Á vinstra bakki var Silja Geirsdóttir Eystberg við til at skapa føroysku leiðsluna fyrstu løtuna - og at halda Føroyum rímiliga tætt við Rumenia út á 2. hálvleik. Silja skoraði millum annað nøkur góð renniskot, og so vóru tað brotskøstini:
Føroyar fingu fýra brotskøst í dystinum, burdi helst fingið eini trý-fýra afturat, og nummar tíggju skoraði trygt uppá øll.
Samanlagt skoraði Silja Eystberg átta mál. Hon varð toppskjútti í byrjanardystinum og verður ein stórur álopskendur profilur hjá Føroyum í EM-endaspælinum.
Silja Geirdóttir Eystberg hevði nøkur mistøk í spælinum, men EB-bakkurin var týðandi fyri at Føroyar vóru væl við í hesum dystinum (Mynd: HSF)
Les meira um dystin her: U19 EM: Føroyar bjóðaðu Rumenia av í byrjanardystinum
U19 EM - 1. umfar í bólkaspælinum
Bólkur D, Podgoricia. Mikudagin 9. juli
Føroyar - Rumenia 25-31 (13-14)
Dystargongdin:
5 min: 3-1
10 min: 5-2
15 min: 8-5
20 min: 9-8
25 min: 11-12
30 min: 13-14
35 min: 15-17
40 min: 17-21
45 min: 19-22
50 min: 23-26
55 min: 25-29
60 min: 25-31
Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (4) - toppskjútti í dystinum
Marta Agnarsdóttir Højgaard 5 - dagsins spælari hjá Føroyum
Joan Johannesen 3
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Mira Bendix Laursen 1
Katrin Hansen 1
Karin Fossabrúgv 1
Sára Berg á Lag 1
Bjargingar: Gylta Djurhuus á Neystabø 15 (37,5 prosent) - var ikki inni til øll brotskøstini
------------------------------------
2. umfar - í morgin, hósdagin 10. juli
Kl. 11.00 Spania – Føroyar
Stroyming: ehftv.com - Dysturin kann keypast fyri tvær og eina hálva evru. Eisini møguligt at keypa alla kappingina fyri 4,49 evrur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald