placeholder
Fótbóltur

Martin Agnarsson fekk Superliga-minuttir aftur

20-ára gamli havnarmaðurin hevur verið nógv skaddur, síðani Viborg keypti hann úr B36. Martin varð skiftur inn síðstu løtuna í sigrinum í dag, og tað gongur fram á, sigur hann við Portalin.

- Tað hevur gingið heilt væl í uppstartinum (...) Tað er ilt at siga, um tað verður nógv spælitíð restina av kappingarárinum, men um eg haldi fram sum nú, so rokni eg við at fáa fleiri minuttir, sigur Martin Agnarsson við Portalin (Mynd: Viborg FF)

- Tað hevur gingið heilt væl í uppstartinum (...) Tað er ilt at siga, um tað verður nógv spælitíð restina av kappingarárinum, men um eg haldi fram sum nú, so rokni eg við at fáa fleiri minuttir, sigur Martin Agnarsson við Portalin (Mynd: Viborg FF)

2024-03-03 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eitt gjøgnumbrot í vaksnamannafótbólti í 2021 og nakrar góðar evropeiskar dystir á summri í 2022 - millum annað ímóti júst Viborg - keypti Superliga-felagið unga B36 vongbakkin leysan.

Kviki Martin Agnarsson er uppvaksin sum ein álopskendur spælari, men er umskúlaður til at vera vinstri bakkur. Hann kom skjótt í dystarhópin í Viborg, og í oktober 2022 fekk hann fyrstu minuttirnar á besta liðnum: Fyrst í steypadysti móti Ishøj og síðani í Superliguni móti AaB.

Í november 2022 varð Martin úttikin til venjingardystir hjá A-landsliðnum. Hann fekk seg royndan í Kosovo, og pílurin peikaði beint uppeftir hjá tí tá bert 18-ára gamla havnarmanninum.

[object Object]
Martin Agnarsson í samband við A-landsliðstúrin í november 2022 tá Føroyar spældu tveir venjingardystir. Blaðungi bakkurin spældi tjúgu minuttir í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)

Martin stríddist tó nógv við skaðar í fjør og millum annað breyt hann østbeinið. Hann kom fyri seg til summarið og millum annað ein U21-landsdyst, men síðani kom skaðin aftur. Seint í fjør var hann aftur á venjingarvøllinum, og fyri føroyska U21-landsliðið, og nú í vetur hevur hann vant við fullari ferð og spælt rímiliga nógv í venjingardystunum: 

- Eg haldi, at tað hevur gingið ordliga væl í uppstartinum, og at fái víst meg væl fram til venjing. Eg eri heilt frískur. Tað er ilt at siga, um tað verður nógv spælitíð restina av kappingarárinum, men um eg haldi fram sum nú, so rokni eg við at fáa fleiri minuttir.

Hetta sigur Martin Agnarsson við Portalin í kvøld. Fyrr í dag varð hann skiftur inn í 3-0 sigrinum hjá Viborg í heimadystinum móti Randers. 20-ára gamli føroyingurin spældi á vinstra bakki - hann hevur framvegis vunnið allar sínar dystir við fremsta liðnum hjá Viborg FF.

Talan var um fimm minuttir umframt tað, ið dómarin legði afturat. Hetta var tó virðismikið fyri Martin, ið ikki hevur spælt ein almennan dyst fyri besta liðið hjá Viborg í yvir 16 mánaðir. Tá hann var tøkur í 2023 var tað fyri eykaliðið.

Viborg er á 7. plássi og skal allarhelst spæla í niðara endaspælinum í Superliguni eftir landsliðssteðgin. Næsta uppgáva er sunnudagin 10 mars í Brøndby.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder