2024-03-08 18:26
Martin Klein Joensen verður ljósabláur næstu tvey árini. Hann fór annars eftir kappingarlok í fjør til Íslands at royna seg, men herfyri gjørdist greitt, at samstarvið við Njarðvík steðgaði.
Hann kemur heim aftur at spæla, og tað verður við Víkingi. Martin Klein Joensen skoraði 16 mál fyri Víking í fjør.
Víkingur spælir fyrsta dystin í hesum kappingarárinum leygardagin, tá felagsliðið í Eysturkommunu er á vitjan hjá 07 Vestur í Sørvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald