
- Vit gleðast um, at Martin legst afturat hópinum, og ynskja honum vælkomnum heim.
Soleiðis skrivar Víkingur á Facebook-síðu sínari, í sambandi við at Martin Klein Joensen hevur valt at koma aftur til Víking, haðani hann hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur.
Áleyparin hevur spælt tólv dystir fyri B68 í ár og skorað trý mál. Fyri stuttum steðgaði samstarvið millum Martin og B68.
Nú hevur hann skrivað sáttmála galdandi fyri restina av 2025 við Víking.
Í føroyameistaraárinum í fjør hevði kviki gøtumaðurin ikki so stóran leiklut men skoraði kortini trý mál.
Seinastu árini hevur Martin Klein Joensen tó í tíðarskeiðum havt stóran leiklut í Víkingi og skorað lutfalsliga nógv mál og skapt órógv, í mun til minuttir.
Í 2022 var Martin við at vinna Løgmanssteypið við Víkingi. Í løtuni er Víkingur á 4. plássið í Betrideildini - og í steypafinaluni. Liðið skal spæla í Champions League í juli.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald