Hondbóltur

Martin komin at rópa á Føroyar

Trúgvi fótbóltsfjepparin komin at stuðla hondbóltsliðnum, nú teir eru ”í grannalagnum”.

Martin Schürmann er komin til Luksemburg at stuðla hondbóltsmonnunum (Mynd: Sverri Egholm)

Martin Schürmann er komin til Luksemburg at stuðla hondbóltsmonnunum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-10 15:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Mær dámar so væl at fylgja føroyingum, sum royna seg í ítróttarhøpi. Føroyingar eru so vinarligir og lættir at koma í samband við. Í Týsklandi er meira frástøða millum fjepparar og ítróttafólk. Føroyingar koma til mín og heilsa.

Millum áskoðararnar til hondbóltslandsdystin í dag er týskarin Martin Schürmann. Fólk, sum hava ferðast við fótbóltslandsliðnum bera kanska kenslu á Martin. Henn er ein av trúgvastu stuðlunum hjá landsliðnum uttan fyri Føroyar.

Martin viðgongur, at hondbóltur ikki er tann ítróttagrein, sum hann hevur størsta áhuga fyri. Men tá føroyska landsliðið kom til Luksemburg, valdi hann at koma. Hann býr ikki so langt hiðani, hann er frá eini bygd, sum liggur 100 kilometrar eystan fyri Köln, har hann arbeiðir sum smiður á eini verksmiðju.

Hann ætlar sær at síggja allar tríggjar dystirnar um vikuskiftið í Luksemburg. Hann er ílætin føroyska FSF-landsliðstroyggju og hevur Merkið um miðjuna.

Fekk hvíta hondbóltstroyggju
Meðan vit tosa við hann á einum kafeteria í stásiliga d’Coque ítróttasentrinum, kemur ein av føroysku viðhaldsfólkunum, Christian Nagata, við eini hvítari HSF-troyggju.

- Far í hesa heldur – tú skalt eiga hana, sigur Christtian, og Martin tykist málleysur.

- Hetta er júst tí eg haldi tað vera so hugaligt at fylgja Føroyum, sigur Martin.

Sá fótbóltslandsliðið vinna í Luksemburg í 2001
Sum hjá so nógvum øðrum, byrjaði áhugin fyri Føroyum tá fótbóltslandsliðið vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona á sinni.

- Føroyar, hvat er tað? Tað mátti kannast, og síðan fylgdi eg við, hvussu tað gekst hjá landsliðnum. Í 2001 var eg so til fyrsta landsdystin – tað var eisini her í Luksemburg – Føroyar vunnu 2-0, og eftir dystin fekk eg eina troyggju frá einum av leikarunum.

Síðan hevur Martin sæð hópin av fótbóltslandsdystum kring um í Evropa, og hann hevur eisini verið í Føroyum fýra ferðir. Hann hevur eisini fylgt føroyskum feløgum, eitt nú HB og NSÍ í sambandi við Evropa Cup dystir.

Og so hevur hann eisini verið á konsert við Eivør tvær ferðir heima í Týsklandi.

Hann hevur einaferð fyrr verið til dyst við hondbóltslandsliðnum, tað var í Sveits fyri nøkrum árum síðani.

Nú er so at vóna, at Martin sleppur at uppliva sigursløtur saman við hondbóltslandsliðnum eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder