Fótbóltur

Martin og Meinhard spældu dramatiskan javnleik

Talan var um eitt betri úrslit hjá Martini Agnarsson uppflytarunum úr Aarhus Fremad, tí gestirnir úr Kolding vóru á odda 2-0, tá fýra minuttir vóru eftir - Meinhard Egilsson var við í báðum málunum hjá Kolding.

Meinhard Egilsson Olsen hevur stóran leiklut fyri Kolding - í gjár misti liðið á stokkinum í uppflytingarstríðnum (Mynd: Kolding IF)

Meinhard Egilsson Olsen hevur stóran leiklut fyri Kolding - í gjár misti liðið á stokkinum í uppflytingarstríðnum (Mynd: Kolding IF)

2025-08-21 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kolding og Meinhard Egilsson Olsen mistu møguleikan at koma upp á 2. plássið í næstbestu donsku deildini í gjárkvøldið.

Tað var 2-0 til útiliðið í Aarhus, tá 86 minuttir vóru farnir: Aarhus Fremad hevði teir flestu stóru málmøguleikarnar á Riisvangen, men Kolding hevði verið effektivt.

Meinhard Egilsson var við í báðum málunum: Vinstri vongurin/vongbakkurin hevði triðseinasta fót á leiðslumálinum í 34. minutti, og eftir ein tíma var tað Meinhard, sum tá hevði liðskiparabandið á, sum legði hornaspark innfyri, sum endaði við máli. Eins og tá, skoraði Isak Tånnander fyri Kolding.

Sí eisini: Meinhard Egilsson skoraði og kom á vikuliðið

Uppflytararnir úr Aarhus Fremad góvu tó ikki upp. Anders Holvad, ið spældi við KÍ í seinnu hálvu í 2022, kom inn og legði upp til tvey mál seint í dystinum. Í báðum førum átti toppskjúttin hjá Fremad og í deildini, Kasper Andersen, seinasta fótin. Í seinna førinum var Meinhard ein teira, ið misti uppdekkningina nakað.

[object Object]
Anders Holvad, sum her hevur skorað í Gundadali, legði upp til bæði málini hjá Aarhus Fremad í sigrinum. Hann og Martin Agnarsson hava verið liðfelagar síðani síðsta summar (Mynd: Sverri Egholm)

Týðandi stig hjá Martini Agnarsson og Aarhus Fremad, sum er nummar tíggju av tólv liðum og beint omanfyri strikuna.

Sí eisini: Martin Agnarsson á vikuliðnum

Kolding er á 3. plássi við tíggju stigum eftir seks umfør.

Bæði Martin og Meinhard spældu 90 minuttir í spennandi dystinum í gjár. 
Hæddarpunkt síggjast her - Martin spælir í nummar 3 hjá teimum í gulum og svørtum og Meinhard við nummar 10 hjá teimum í hvítum.

Dagført: 12.54

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder